Ongi úrslit

Bacalao fær nýtt lív: Fimm milliónir krónur skulu brúkast til gøtumat og mentan

Ovasta hæddin á Bacalao í Havn skal umbyggjast til eitt nýtt matar- og mentanarstað. Umbyggingin er mett at kosta fimm milliónir krónur.

© Tórshavnar kommuna.
Nýtt lív á Bacalao: Ovasta hæddin hevur staðið tóm í nógv ár. Nú er ætlanin at gera hana til eitt livandi savningarstað við gøtumati og mentan.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Sp/f Streetfood Tórshavn hevur skrivað undir ein treytaðan 20 ára leigusáttmála við Tórshavnar Havn um ovastu hæddina á Bacalao. Ætlanin er at skapa eitt nýtt savningarstað við fleiri matsølustøðum og fjølbroyttum mentanartiltøkum.

– Ætlanin er at hava fleiri ymisk matsølustøð og eitt størri øki, har fólk kunnu sita og njóta matin, sigur Súni Christiansen, stigtakari.

Hølini skulu eisini kunna brúkast til tónleik, fyrilestrar, framførslur og framsýningar.

Umbyggingin kostar fimm milliónir krónur

Ovasta hæddin, sum verður nevnd „hjallurin“, hevur staðið tóm í nógv ár. Bygningurin er í ringum standi, og vatn hevur likið inn bæði gjøgnum takið og betongveggirnar.

Tí er neyðugt við umfatandi umvælingum.

Tekjan og klædningurin skulu skiftast og bjálvast, neyðugar tekniskar innleggingar skulu gerast, og atkomuviðurskiftini skulu betrast. Eisini skal takdúkurin á fjórðu hædd skiftast.

Umbyggingin er mett at kosta umleið fimm milliónir krónur.

Leigusáttmáli við serligum treytum

Streetfood Tórshavn skal standa fyri umbyggingini í tøttum samstarvi við Tórshavnar Havn.

Sambært leigusáttmálanum kann felagið draga byggikostnaðin frá leiguni yvir 20 ár, tó við einari ásettari minstuleigu.

Avtalan er treytað av fígging, neyðugum loyvum og ásettum tíðarfreistum fyri umbyggingina.

Samstundis skulu sermerktu byggilistarligu eyðkennini í gamla hjallinum varðveitast.

Betraðu atkomuviðurskiftini kunnu eisini gera tað møguligt at gagnnýta størri partar av Bacalao í framtíðini.

Sí fleiri myndir her.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

23 tímar síðan

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48