Umhvørvisstovan upplýsir, at støðin fær árliga umleið 2.500 smolt flutt úr lívfiskastøðini við Áir. Eftir umleið tveimum árum verða fiskarnir aldir upp til umleið 12 kilo, áðrenn umleið 1.000 lívfiskar verða stroknir fyri rogn.
Umbygging av verandi støð
Lívfiskastøðin verður staðsett á matrikkli 90d í Svínoy og er ein umbygging av verandi rognkelsisstøð. Framleiðslan verður grundað á eina árliga fóðurnýtslu upp á í mesta lagi 73 tons og eina árliga rognaframleiðslu upp á umleið 10 milliónir rogn.
Umhvørvisstovan metir, at virksemið kann góðkennast, men hevur sett fleiri treytir um spillvatn, óljóð, burturkast og handfaring av kemikalium.
Spillvatnsmálið skal loysast
Eitt av høvuðsmálunum í málsviðgerðini hevur verið spillvatnið. Núverandi skipan verður ikki mett at vera nøktandi sum varandi loysn. Tí skal Bakkafrost innan tríggjar mánaðir leggja fram eina varandi loysn fyri spillvatnsleiðingina, sum síðani skal setast í verk í seinasta lagi eitt ár eftir, at góðkenningin er givin.
Góðkenningin varð givin 4. juni 2026 og er galdandi fyri aliloyvi L-09 í Svínoy.