Ongi úrslit

Bakkafrost Scotland: Nýggj tvíkilja sjósett

Bakkafrost Scotland hevur sjósett eina nýggja 18,5 metra langa tvíkilju, sum skal stuðla arbeiðinum við fiskaheilsu og vælferð á skotsku vesturstrondini.

© Bakkafrost Scotland.
Nýggja tvíkiljan Dìonadair a’ Bhradain – Guardian of the Salmon.
Edmund Jacobsen
9. juli kl. 19:09

Bakkafrost Scotland hevur sjósett Dìonadair a’ Bhradain – Guardian of the Salmon, eina 18,5 metra langa tvíkilju, sum skal styrkja arbeiðið við fiskaheilsu og vælferð á skotsku vesturstrondini og oyggjunum.

Tvíkiljan er bygd í Skotlandi hjá Macduff Group Shipyards, og skal geva manningunum hjá felagnum ein støðugan og væl útgjørdan arbeiðspall til stuðulstænastur í sambandi við brunnbátar. 

Nýggja tvíkiljan verður partur av flotanum hjá Bakkafrost Scotland, sum nú telur 87 før.

Meira enn 95 milliónir krónur í íløgum

Sambært Bakkafrost Scotland er sjósetingin partur av nýggjum íløgum í Macduff Shipyards fyri meira enn 95 milliónir krónur. Felagið sigur, at íløgurnar stuðla umleið 250 størvum og 40 lærlingaplássum í landnyrðingspartinum av Skotlandi.

Elleivu ára gamal gav farinum navn

Farið fekk navn frá 11 ára gamla Greg Sinclair, syni Donnie Sinclair, sum er leiðari fyri sjóvinnuvirksemið hjá felagnum. Systurfarið Bradan an Eòlais kom í flotan í fjør.

Stephen Flynn, ráðharri fyri búskapi, ferðavinnu og samferðslu, sigur, at slíkar íløgur styrkja staðbundin størv, førleikar og framtíðina hjá skotskum strandarsamfeløgum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07