Ongi úrslit

Barentshavið: ICES mælir til skerda toskaveiðu í 2027

ICES mælir til, at samlaða veiðan eftir toski í Norskahavinum og Barentshavinum norðan fyri 67°N ikki verður størri enn 22.657 tons í 2027. Tað er 19 prosent minni enn tilmælið fyri 2026.

Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Nýggja tilmælið snýr seg um toskastovnin fram við norðurnorsku strondini. Sambært ICES er orsøkin til lækkingina, at gýtingarstovnurin nú verður mettur at vera minni enn áður hildið. Niðurstøðan kemur eftir kanningar av toskastovninum í 2025.

Framvegis ov nógv trýst frá fiskiskapi

ICES staðfestir, at veiðan eftir toski framvegis liggur oman fyri tað støði, sum umsitingarætlanin miðar eftir.

Tó er gýtingarstovnurin framvegis væl oman fyri lægsta markið, sum verður mett at vera burðardygt.

Verður tilmælið fylgt, kann gýtingarstovnurin vaksa til umleið 91.840 tons í 2027. ICES metir, at tað er sannlíkt, at stovnurin fellur undir burðardygga markið, um veiðan heldur fram á verandi støði.

Fáir eldri fiskar í stovninum

Vísindafólk vísa eisini á fleiri veikleikar í toskastovninum. Árgangirnir frá 2020 og 2021 mynda framvegis ein stóran part av veiðuni, men síðani eru eingir sterkir árgangir komnir afturat.

Samstundis er talið av eldri toski minkað støðugt síðani 2018. Í bæði 2024 og 2025 varð talið av eldri fiski mett at vera tað lægsta, sum nakrantíð er staðfest.

ICES vísir eisini á, at veiðan av yngri fiski øktist aftur í 2025. Tí verður mælt til at umhugsa, um minstamátini eiga at verða hækkað uppaftur meira, so fleiri fiskar sleppa at gýta, áðrenn teir verða veiddir.

Í 2025 varð samlaða veiðan mett til 45.318 tons.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

20 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

17 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24