Ongi úrslit

Betri spillivatnsskipan á Hvítanesi

Nýggjar pumpustøðir og spillivatnsleiðingar verða gjørdar

torshavn.fo
5 tímar síðan

Tørvur er á at betra um spillvatnshandfaringina á Hvítanesi fyri at verja umhvørvið og tryggja, at báðar víkirnar við Hvítanes eru reinar og egnaðar til frítíðarendamál. Økið verður nógv nýtt sum dyppistaður, og verandi skipan tryggjar ikki nøktandi reinsing og burturleiðing av spillivatninum.

Tí skulu nýggjar pumpustøðir og spillivatnsleiðingar gerast. Spillivatnið skal leiðast burtur frá økinum og víðari til eina havleiðing, sum liggur longri sunnanfyri.

Á býráðsfundinum í dag varð samtykt at bjóða arbeiðið út, so ferð kann setast á verkætlanina.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

15 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

9 tímar síðan

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

19 tímar síðan

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

Í gjár kl. 08:36