Sutt áðrenn midnátt í gjárkvøldið varð ringt til løgregluni at siga frá, at tey vóru komin fram á ein bil, sum var farin út av og hann var endaður á takinum.
Sjúkrabilur varð sendur á staðið, og løgreglan fór eisini avstað.
Tey siga, at bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, gramdi seg um pínu, men at síggja til var einki álvarsligt á vási. Men ímeðan løgreglufólkini tosaðu við mannin, fingu tey illgruna um, at hann var ikki heilt edrúur.
Tí varð hann biðin um at blása, og rætt var, tí alkometrið slóð út. Tí er hann skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.