Ongi úrslit

Birna var best í september

Við nærum helminginum av atkvøðunum á sona appini, bleiv Birna Mikkelsen hjá Skála vald til besta spælara í septembur í MeistaraDeildini hjá kvinnum

fsf.fo/Hans Erik Danielsen
3 tímar síðan

Týskvøldið varð útsetti dysturin millum Skála og HB í MeistaraDeildini hjá kvinnum spældur undir Mýruhjalla á Skála.

Men áðrenn dómarin, Tórhallur Thomsen bríkslaði í gongd, varð Birna Mikkelsen hjá Skála heiðrað sum besti spælari í septembur.

– Hetta var ein góður heiður at fáa, sum eg sjálvandi eri ómetaliga glað fyri. Kappingarárið hevur annars verið rættuliga sermekt, tí upprunaliga skuldu vit spælt seinnu hálvu í niðara bólkinum, men fluttu upp, tá vit yvirtóku plássið hjá NSÍ.

– Eg haldi tó at tað hevur verið mennandi fyri okkum. Vit hava fingið nøkur góð úrslit, og sum heild hevur kappingarárið verið á góðari leið, sigur Birna Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hinar báðar, ið eisini vóru tilnevndar hesaferð, vóru Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi og Durita Hummeland úr KÍ. Tá atkvøðugreiðslan á sona appina lat aftur, hevði Birna Mikkelsen fingið nærum helmingin av atkvøðunum.

Tað var maður Birnu, Ólavur Mikkelsen, ið vegna Fótbóltssamband Føroya handaði henni eitt gávubræv frá Atlantic Airways, og eina heiðursplátu, ið er latin av FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er skipað í samstarvi við høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum, Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Sjálvur dysturin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið endaði 4-0 til HB. Málini gjørdu Brá Zakariasardóttir, Petsy Káradóttir Nielsen og Lilja Eiriksdóttir Højsted, meðan eitt var sjálvmál.

Stigatalvur og leikskráir: MeistaraDeildin kvinnur

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

17 tímar síðan

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Nógv boð um stormskaða í dag

14. oktober kl. 17:24

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

Í gjár kl. 09:40