Ongi úrslit

Hava fingið heilt nógv boð um stormskaðar í dag

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í dag og løgreglan sigur, at tey hava fingið heilt nógvar av fráboðanum um vindskaðar. Tilsamans hevur løgreglan fingið boð um næstan 40 skaðar nú klokkan 17 í dag, men nú er hæsað av.

Og tey siga, at skaðarnir eru um alt landið, heilt úr Vági til Hvannasund umvegis Miðvág.

Løgreglan sigur, at Onkur størri skaðar eru, eitt nú er okkurt fjós tikið av vindi og hevur rakt eini sethús, vindeygu eru farin ígjøgnum, tak hava rivið og so víðari.

Hóast tað er hæsað av nú, er kortini væntandi, at vindurin veksur aftur seinni í kvøld, tá ið hann sigur upp í storm, 23 metrar av útsynningi, men har tað stendur á, verða hvirlurnar nógv harðari.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

12 tímar síðan

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

9 tímar síðan