AB skrivar soleiðis:
BJARKI SKRIVAR LANGTÍÐARSÁTTMÁLA
Vit hava eini góð vikuskiftistíðindi til allar AB-arar. Fyrr í vikuni skrivaði okkara liðformaður, Bjarki Christiansson Nielsen, undir nýggjan sáttmála, sum bindur argjamannin til AB fram til kappingarenda 2028. Tann nú fyrrverandi sáttmálin gekk út eftir hetta kappingarárið, men nú eru tvey ár løgd afturat.
Bjarki er í dag 27 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri besta mansliðið 10. apríl 2016 í javnleiki ímóti Víkingi á Argjum í táverandi Effodeildini. Evnini vóru eyðsýnd hjá arbeiðssama og rennisterka vonginum, og í teimum fylgjandu árunum menti hann seg til ein tann størsta profilin á liðnum. Hetta varnaðust onnur feløg, og tað svitast ikki, at tað var ein smeitur fyri AB, tá ið Bjarki undan kappingarárinum 2021 skifti til B36.
Hinvegin var gleðin stór, tá ið tað á vetri 2024 eydnaðist okkum at fáa Bjarka aftur til felagið. Hetta gav eitt nýtt bjartskygni í AB, sum avgjørt hevur gjørt sítt til, at besta mansliðið nú aftur er á røttu kós. Bjarki gjørdist skjótt liðskipari á liðnum, og sum undangongumaður fekk hann hinar við og skapti góð úrslit á vøllinum. Við Bjarka sum liðskipara flutti AB sannførandi upp í 2025, og í skrivandi stund í 2026 hevur AB og Bjarki víst seg sera væl fram og er í løtuni nummar seks í Meistaradeildini.
Bjarki hevur tilsamans spælt 157 dystir fyri besta mansliðið hjá AB. Bert átta spælarar hava spælt fleiri dystir fyri felagið. Málini eru higartil blivin 48 í tali. Komandi árini fara bæði dystar- og máltalið at vaksa.
Hendan sáttmálaundirskriftin hevur stóran týdning fyri okkum og er eitt greitt tekin um, at AB ætlar sær enn longri fram á leið.
Til lukku við nýggja sáttmálanum, Bjarki!, skrivar AB.