Ongi úrslit

Bogi og Gestur eru nýggir limir í stýrinum fyri Bústaðir

Stýrið fyri Bústaðir hevur skipað seg við Ingibjørg Berg sum forkvinnu

Á myndini eru frá vinstru Gestur Hovgaard, Ingibjørg Berg, forkvinna, Margit Stórá, landsstýriskvinna, Rakul í Gerðinum, Maud Hilduberg og Bogi Jacobsen.
Almenna- og bústaðarmálaráðið
7. mai kl. 23:10

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tilnevnt tveir nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.

Nýggju limirnir eru Bogi Jacobsen og Gestur Hovgaard, sum tóku við 1. mai 2026.

Umframt teir báðar sita Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg í stýrinum.

Tilnevningin av stýrislimum fer fram annað hvørt ár, soleiðis at ávikavist tríggir og tveir stýrislimir verða tilnevndir aðru hvørja ferð.

Stýrið hevur skipað seg við Ingibjørg Berg sum forkvinnu.

“Bústaðaravbjóðingin er stór, og hetta er eitt øki, sum samgongan fer at raðfesta høgt komandi árini. Ein liður í loysnini er leikluturin hjá Bústøðum, og eg síggi fram til eitt gott og virkið samstarv við nýggja stýrið komandi árini”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarandi stýrislimunum, Teiti Samuelsen, sum hevur verið formaður, og Petur Even Djurhuus, fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57