Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Saga JAM. Skal – skal ikki?
Eg var í døpurhuga, um eg skuldi lesa bókina Saga JAM eftir Høgna Mohr. Fyrst hugsaði eg: Nei, tað geri eg ikki, tí høvuðspersónurin í bókini segði seg einki hava havt við bókina at gera, og hann tók frástøðu frá tí, sum í henni stóð.
Men tá orðaskifti tók seg upp um, hvat slag av bók hetta var, um talan var um eina skaldsøgu ella um eina blanding av fakta og fiktión, so var at lesa bókina. Eg lat forvitni fara við mær og sjálvur gera mær eina niðurstøðu um innihaldið.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Bókin er ein spennandi og væl skrivað søga, men fyri meg var tað eisini spurningurin, hvat slag av søgu hetta er. Er tað ein ævisøga ella ein skaldsøga?
Tá sagt varð um bókina, at hetta var ein “æviskaldsøga” segði Lydia Didriksen, bókmentafrøðingur: - Nei, tað ber ikki til. Annaðhvørt skrivar tú eina ævisøgu ella eina skaldsøgu.
Lydia helt, at Høgni hevði sett seg ímillum tveir stólar. Kanska, men eg virði Høgna, tá hann sigur bókina vera sítt skaldsliga verk. Og tá høvundurin ikki fæst at siga, hvussu autentisk bókin er, lesi eg hana við tí í huga: Ein søga við einum høvuðspersóni, ið verður lýstur so væl, at hann ber bókina allan vegin – eisini tá fleiri blaðsíður fara til eitt drúgt rættarmál.
Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Fakta ella fiktión - so er bókin skrivað við innliti í støðuna hjá høvuðspersóninum. Høgni Mohr fer inn á bein bæði í persóns- og støðulýsingum, men ráur er hann ikki, tvørturímóti.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón – hvør hevði tað verið?
Skal eg viðmæla øðrum bókina, tá eg sjálvur ivaðist, um eg skuldi lesa hana? Jú, og kanska júst tí. At gera sær sína egnu niðurstøðu er betri enn at lata onnur gera hana.
Høvundur: Høgni Mohr
Útgávuár: 2022
Forlag: Øgiliga egið forlag
Síður: 397