Ongi úrslit

Bókaprátið við Eilen Anthoniussen

Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar lesa

Jonhild Rasmussen
2 tímar síðan
  1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Eg vil viðmæla Ikki fyrr enn tá eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta er ein skaldsøga, sum lýsir sjúkugongdina hjá eini kvinnu, sum fær staðfest álvarsliga krabbasjúka í høvdinum. Vit fylgja gongdini gjøgnum eyguni á makanum, sum er við til kanningar og samrøður á sjúkrahúsinum, eisini ta samrøðuna, sum sløkkir alla vón. Vit eru við, tá høvuðspersónurin er um sjúklingin seinastu tíðina heima, og síggja, hvussu sjúklingurin broytist, og hvussu máttloysið hjá høvuðspersóninum veksur.


2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Hon er serlig, tí ein so trupul og vónleys støða verður lýst so realistiskt, at eg trúgvi hvørjum orði. Í hesi vónleysu støðu skal eitt slag av gerandisdegi eisini røkjast, og júst hesa støðuna tosa vit ikki serliga nógv um – heldur ikki í føroyskum bókmentum. Hetta er ein av fleiri skaldsøgum og øðrum tekstsløgum, sum viðgera álvarsliga sjúku, og tað er áhugavert at lesa um í einum føroyskum konteksti. Eg kann nevna Gloymdur eftir Solby Christiansdóttir, Psykosudrotningin sigur frá eftir Onnu Malan Jógvansdóttir og Leitanin eftir at vera eftir Katarinu Nolsøe, sum komu út um sama mundið, og sum allar viðgera sjúku á ein ella annan hátt, antin sum avvarðandi ella tá sjúka rakar ein sjálvan.


3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Nógvir tankar. Um álvarsliga sjúku. Virði í einum góðum heilsuverki. At hava eina familju. Tøtt sambond. Júst hetta síðstnevnda fyllir nógv í bókini. Parið hevur eingi børn og lítið av familju annars. Óføroyskt í einum familjulandi, sum Føroyar eru fyri nógv av okkum. Men tá samanum kemur – stendur tú ikki einsamøll yvir fyri tíni egnu lagnu?


4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón – hvør hevði tað verið?
Eg havi lisið hana saman við mínum lesibólki, sum eg eri so góð við, og vit fingu eitt langt og gott prát um alt tað, hon setti í gongd hjá okkum hvør sær. Sigast skal, at bókin ikki einans er álvarssom. Miðskeiðis skiftir hon gear og flytir seg yvir í ein meir surrealistiskan stíl. Tilsamans ger alt hetta bókina til eina spennandi uppliving fyri einhvønn lesara.

Eg vildi givið bókina víðari til mann mín. Fyri at geva honum eina góða lesiuppliving og fyri at lata upp fyri einum práti um, tá álvarsslig sjúka rakar parlagið.

Høvundur: Oddfríður Marni Rasmussen

Kápusnið: Sára Mikkelsen

Bólkur: Skaldsøga 

Útgávuár: 2019

Forlag: Sprotin

Síður: 288



Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Trýst endiliga ikki á leinkið!

24. juni kl. 09:00