Ongi úrslit

Bókaprátið við Fríða Av Fløtum Jensen

Fríða Av Fløtum Jensen, Sálarfrøðingur

Jonhild Rasmussen
3 tímar síðan

1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?

Eg vil viðmæla bókina ”Gentan í verðini” hjá Katrin Ottarsdóttir. Bókin er fangandi og dugir Katrin so sera væl at skapa eina sannførandi mynd av, hvat bylgist innan í litlu gentuni.

2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?

Tað sum ger hesa bókina serliga er, at hon verður fortald frá einum barnaperspektivi. Hesi barnaeygu eru forvitin og ófordømandi og roynir friðarliga, smædna gentan at skilja tey, hon er góð við. Hennara hugur er fullur av spurningum, um alt sum hendir, bæði millum tey vaksnu, men eisini millum hana og børnini hon møtir. Eitt sum ger bókina serliga góða er, at forteljingin er krydda við einum humoristiskum ísletti, hóast nógv álvarsamt verður tikið fram. Har liggur so nógv undir yvirflatuni, ein heil vaksinverð, sum gentan enn ikki hevur innlit í ella skilur, og eru hennara tankar so deiliga óávirkaðir av teimum normum, hugburðum og sosialum spælireglum, sum lita vaksinverðina. Har verða sera nógv evnir viðgjørd, t.d. tryggleiki/ótryggleiki, ið er knýttur at ymsu fólkunum í hennara lívið, sálarsjúka og dupultmoralur í okkara samfelag, har slaturin livir sítt lív. Vit síggja eisini óforloystan kærleika og brostnir dreymar og hvussu traditionellir patriarkalskir strukturar verða handaðir beinleiðis og óbeinleiðis til næsta ættarlið. Bókin gevur eitt áhugavert innlit í tankalívið hjá tí álvarsomu og hugsunarsomu gentuni, ið roynir at skilja verðina hon er partur av. Alt tað hennara forvitnu og undrandi eygu eygleiða, men sum verður tagt burtur av teimum vaksnu. Hetta ger, at hon noyðist sjálv at finna høvd og hala í síni tilverðu, og koma til egnu niðurstøður.

3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?

Eitt orðafelli sigur, ”It takes a village to raise a child”, og tað haldi eg bókin lýsir væl. Her hava vit eina gentu, ið kemur frá einum heimi, har nógvur ótryggleiki valdar, men tá hon fer at ferðast úti á bygd, trakka onnur vaksin til og geva henni kærleika, umsorgan og tryggleika. Har suðuri hjá ommuni og abbanum er trygt og heimlig - blomstrut tapet, skerpikjøt, bleytu bubburnar hjá gummuni og so tann unga spennandi mosturin, við sínum sjeikum. Hóast hetta, so er tað sera nógv lítla gentan gongur einsamøll við og berir hon uppá loynidómar, einki barn eigur at bera. Børn hava tørv á einum tryggum vaksnum, ið er forvitin eftir at skilja tað, sum barnið hugsar og hvat tey hava sæð og hoyrt. Ábyrgdin liggur altíð hjá tí vaksna at byrja hesar samrøður og skapa eitt rúm, har tað er trygt at seta spurningar og at undrast. Trøll verða til í tøgnini, í myrkrinum, og tað sæst eisini hjá lítlu gentuni.

4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?

Eg haldi øll kunnu fáa okkurt burtur úr av at lesa bókina, tí hon lýsir og viðgerð evni í eru alment viðkomandi og sum øll kenna seg aftur í. Vit hava jú øll verið børn einaferð, og hava roynt at funnið útav, hvussu verðin hongur saman. Hjá hesi gentu, er verðin so eitt sindur meira kompleks, tí har er ein mamma, ið stríðist við sálarsjúku, og er tað nógv tøgn rundan um støðuna. Kanska hendan bókin er serliga gevandi fyri tey, ið hava uppliva líknandi familjuforhold.

Høvundur: Katrin Ottarsdóttir

Kápusnið: Hugin Eide

Bólkur: Skaldsøga

Útgávuár: 2020

Forlag: Sprotin

Síður: 248

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

19 tímar síðan

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03