1. Hvørja føroyska bók vilt tú viðmæla – og hví júst hana?
Bókin ”Líkasum”, sum eg vil viðmæla stendur sum ein varði, ikki bara í mínum lívi, men eisini í føroysku bókmentasøguni, sum fyrsti vinnari av bókmentaheiðurslønini hjá Norðurlandaráðnum á føroyskum í 1986. Líkasum hevur fylgt mær síðani bókin kom út og Jonhard Mikkelsen, mín góði føroysklærari í Hoydølum opnaði eyguni hjá okkum ungu fyri henni. Ferðin inn í yrkingarnar var spennandi á ein annan hátt, enn tær yrkingarnar eg fyrr hevði møtt. Savnið sjálvt var áhugavert longu tá eg fekk tað í hendurnar, flott perma, lekkurt papír, áhugavert myndprýtt og stimbraði sostatt bæði visuelt, taktilt og intellektuelt. Her var nakað nýtt.
2. Hvat ger hesa bókina serliga í tínum eygum?
Huglagið í savninum er heilt serligt, tann filosofiska dýpdin, humorin og lívsjáttandi treiskni er smittandi, og eg fái altíð okkurt at hugsa um, tá eg lesi í savninum. Rói Patursson dugir sera væl at seta røttu spurningarnar. Savnið er í 7 pørtum við 19 ymiskum yrkingum, sum eru ymiskar, nema ymisk evni, og hava eina filosofiska dýpd.
Fleiri teirra eru humoristiskar, hóast álvarsom evni vera viðgjørd. Flestu hava føroysku náttúruna og mentanina sum ’bakteppi’, og hetta er helst ein av orsøkunum til, at yrkingarnar kennast so viðkomandi, eisini tá tær sipa til fjarskotin støð og farnar hendingar. Yrkingarnar eru úr 80-unum, og ’tekstur um okkara tíð´, sum upprunaliga var skrivað til eitt friðartiltak í Keypmannahavn, er rættiliga konkret í lýsingini av Sornfelli og kritikkinum av kappdubbingini, ið tá var. Tíverri eru bæði ’tekstur um okkara tíð’ og ’yrking ímóti Skansanum’ alt ov viðkomandi í dag.
3. Hvat sat eftir hjá tær, tá tú hevði lisið hana?
Tá eg las bókina fyrstu ferð sum tannáringur vóru tað serliga yrkingarnar Regn og Orðini, sum fangaðu meg, kanska tí vit fóru í dýpdina við teimum í Hoydølum. Hesar báðar yrkingarnar hevur Bjarni Restorff sáli útsett fyri kór, og havi eg verið við at framført tær í fleiri umførum, og havi tí eina serliga kenslu fyri teimum. Seinastu nógvu árini eru tað í stóran mun Sólareygað og Árstíðir, tær seinastu yrkingarnar í savninum, sum eg vendi aftur til. Sólareygað er ein skapanarsøga, ein ferð inn í tilveruna, við góðum og avbjóðandi løtum. Árstíðir er (sjálvandi) í 4 pørtum, har serliga seinasti parturin observatorium tusculanum er á tremur av ljósi og lívsgleði. Tað eg havi sitið eftir við er broytt gjøgnum hesi 40 árini. At byrja við var tað nýfunni spenningurin og gleðin við at fara inn í yrkingarnar, tær kenslur og tankar hesar vaktu. Seinni bleiv Líkasum eitt slag av útgangsstøði hjá mær fyri at lesa aðrar yrkingar. Eg vendi javnan aftur til savnið, sum er sum ein góður vinur, ið bæði kann provokera meg og minna meg á at ’tað góða ljósið. Skal ongin taka frá okkum’.
4. Um tú skuldi givið bókina víðari til ein ávísan persón, hvør skuldi tað verið?
Eg vildi fegin givið ungum føroyingum, sum standa á gáttini til vaksna lívið, somu uppliving sum eg fekk tá eg lærdi Líkasum at kenna. So kanska var rættast at geva lærarum i elstu flokkunum savnið umframt eintøk til hvønn einstaka næming. Yrkingarnar eru úr 80-unum, og onkur teirra er tí kanska serliga viðkomandi fyri okkum, ið eru komin upp í árini, men eg haldi at yrkingarnar og evnini tær viðgera eru sera viðkomandi eisini fyri ung í dag. Eitt dømi er omanfyrinevnda yrking ’Tekstur um okkara tíð´, sum tíverri enn er alt ov viðkomandi nú tosið um dubbing og kríggj fyllir miðlarnar. Eg vil annars viðmæla savnið til øll tey, ið hava hug at steðga á eina løtu og fara eina ferð inn í áhugaverda heimin yrkingarnar opna fyri tær. Í einum dagligdegi har krevjandi arbeiði, børn, gomul foreldur, strongd, fíggjarligar stúranir og annað fyllir tankarnar vil eg viðmæla fólki at taka eina lítla løtu og seta seg við yrkingini Tað góða ljósið. Hon kann seta tað mesta í perspektiv.