Ongi úrslit

Bókasøvn: Frí atgongd til vitan skal tryggjast øllum

Bókasøvn skulu geva øllum fría og ókeypis atgongd til vitan, læring og mentan og verja fólkaræðisliga luttøku.

© Mentamálaráðið.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 20:00

Bókasøvnini hava eina størri uppgávu enn at læna bøkur út. Tey skulu tryggja, at øll hava atgongd til álítandi upplýsing, læring og mentan.

Tað var høvuðsboðskapurin, tá ið Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, vitjaði á Landsbókasavninum.

Bókasøvn verja fólkaræðið

Sambært bókasavnslógini skulu bókasøvn veita fría og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan.

Annika Smith, landsbókavørður, vísti á, at bókasøvn eru meira viðkomandi enn nakrantíð, nú ófriður er nógvastaðni í heiminum, og falstíðindi eru gerandiskostur.

Bárður á Lakjuni segði, at vitjanin gav honum gott innlit í fjølbroytta arbeiðið á Landsbókasavninum og á fólka- og skúlabókasøvnum kring landið.

Savn fyri alt landið

Landsbókasavnið er tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn fyri alt landið.

Savnið førir tjóðbókaskránna, veitir tænastur til granskarar, lesandi, fólkabókasøvn og almenningin og umsitur bókasavnsgjaldið til rithøvundar.

Svend Højgaard, universitetsbókavørður, lýsti Landsbókasavnið sum ein vitanarverkstað, har øll skulu kenna seg vælkomin.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

8 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57