Hvat eigur býráðið at raðfesta? Tað kunnu borgarar á Oyri, Oyrarbakka og Norðskála siga sína hugsan um á borgarafundi í Eydnuni mikukvøldið.
Sunda kommuna skipar fyri árliga fundinum mikudagin 21. oktober klokkan 20 á Oyrarbakka.
Sambært kommununi er endamálið at geva borgarunum høvi at vísa á viðurskifti og bera fram ynski, sum teir halda, at býráðið eigur at raðfesta.
Norðskálavegurin verður eisini á skránni. Umboð frá ráðgevarafyritøkuni Spenn kemur at kunna um gongdina í málinum.
Annars verður orðið frítt, so borgararnir kunnu taka onnur viðurskifti upp. Á fundinum verður eisini boðið upp á ein drekkamunn og ábit.