Ongi úrslit

Borgarstjórin er ikki í iva um at FM heitið kemur til høldar í morgin

Tórbjørn Jacobsen roknar eisini við, at Skála ÍF eisini í 2027 fer at spæla í bestu deildini, og hjá hálvum glyvramanni og hálvum gøtumanni hevur hetta var framúr gott kappingarár

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Leygardagurin hin 22. oktober í 2022 er ein døkkur dagur í Runavíkar kommunu. Góð 8% av fólkinum í Føroyum býr í kommunu okkara, og fram til hendan dag áttu vit 20% av umboðanini í bestu mansdeildini í fótbólti. Hendan dagin varð tað endaliga staðfest, at vit vóru syftir út av ovastu rók - Betrideildini (nú Meistaradeildin). Skála flutti niður við 10 stigum og NSÍ við 21 stigum – 8 stig aftanfyri no. 8 – AB.

 Av góðum grundum gjørdist borgarstjórin eftir hetta eitt alment argingaroffur hjá øllum, sum hava áhuga fyri fótbólti. Tað vardi kortini ikki leingi, árið eftir kom Skála uppaftur við 70 stigum og NSÍ við 57 stigum. Harvið er hetta triðja árið í hesum umfarinum, at bæði liðini aftur eru í bestu deildini. 

Táið Dimmalætting spyr, um eg vænti at NSÍ fer at vinna á HB við Løkin í morgin, so kann eg vísa til, at eysturoyingar vanliga ikki tosa um fuglarnar á takinum, men heldur um teir sum liggja væl vardir í lógvanum. Ella sum ein sjómansskúlalærari einaferð segði við meg: ”Tað eru eini merkilig evni tit inni við Skálafjørðin hava at flúgva undir radaranum.” 

Onki lið í Føroyum hevur vunnið meiri enn HB. Havnarliðið er eitt stórlið við stórum upptøkuøki - og ongin hevur,  sum sagt, vunnið meiri enn teir. Allir mínir skyldmenn í høvuðsborgini  – í báðum ættum – hava verið partar av HB í størri og minni mun. M.a. var systkinabarn mítt, Eyðfinn Lamhauge, ein av lyklaleikarunum á stórliðnum fyri á leið hálvari øld síðan, táið Heri Nolsøe, Eirikur Rasmussen, Sólbjørn Mortensen, Poul Michelsen, Hendrik Dahl o.a. fluttu føroyskan fótbólt langt fram á leið undir leiðslu av Johan Nielsen. Harvið havi eg íðin fylgt teimum, og tað ger tað ikki verri, at einasti abbasonurin higartil, 4 ára gamli Torbjørn Hjartarson Nolsøe, nú er farin at venja í Gundadali. Hvat ið fer at koma burturúr tí, ja, tað fer at spyrjast um livst.

 Tað hevur stóran týdning fyri HB at gerast no. 3. Teir eru 5 stig frammanfyri B36, og hava væl betri málmun, tí liggur kanska ikki so nógv á teirra herðum, men onki kappingarmenniskja tapir ein dyst av egnum vilja. Tí er hesin dysturin í morgin ógviliga opin – kann enda við javnleiki – og tá hava bæði liðini vunnið tað, sum tey hava brúk fyri.

NSÍ er tá føroyameistari, og HB hevur tryggjað sær eitt pláss í europeiskari kapping. Tað hongur ikki serliga væl saman hjá HB í løtuni, men har liggur eitt veldugt potentiali, sum Mikkjal Thomasen heilt víst fer at fáa nógv burturúr frameftir. NSÍ hongur væl saman, botnstøðið er høgt, og er góða lagið á X-faktorum sum Peturi, Meinhardi og Emil saman við verjuskansunum Obbekjær og Viljormi, tá stendur onki fyri heimaliðnum. Viljormur man vera ársins keyp í føroyskum fótbólti, og onkrusvegna kennist tað, sum er hann varaliðskipari á liðnum – so segði hann: Vit hava ein liðskipara í hvørjum enda á vøllinum. Og hartil hava vit tveir dystin lærdar menn í venjaratoyminum – Sigurður Ragnar Eyjólfsson og Pól Thorsteinsson. Dysturin verður javnur, og NSÍ vinnur helst við einum máli, vónandi, tí dysturin á Svangaskarði um eina viku er hin nógv truplari dysturin – hann snýr seg um so nógv annað enn fótbólt, og hevur træðrir aftur til rokmiklu byltingina í sekstiárunum, táið Nes Sóknar kommuna gekk sundur í tvinnar lutir pr. 1. apríl 1967. NSÍ ber framvegis navnið hjá gomlu kommununi, hóast felagið hevur havt heimstað í Runavíkar kommunu í nærum 60 ár.

Hálvt triðja túsund fólk eru aktivir luttakarar í ymsum feløgum í Runavíkar kommunu. NSÍ er millum tey størru, og saman við øllum hinum hevur felagið ein kolossalan týdning fyri trivnaðin í kommununi. Mín standandi spurningur er: Hvat er alternativið? Tað vita tey flestu: Kaos(!) Tí hevur kommunan brúkt lutfalsliga nógvan pening til ítróttarfasilitetir og stuðul til dagliga raksturin. Sagt verður ofta, at eitt samfelag megnar ikki at yvirliva uttan so, at har búgva 250 túsund menniskju. Vit fáa tað at fungera við 56 túsund fólkum, t.v.s. at her eru mong sum hava í minsta lagi 5 kasjettir á høvdinum samstundis, og millum hesi eru tey, sum ókeypis leggja sína orku í eitt ítróttarfelag sum NSÍ. Gott samband er millum kommununa og felagið, og um vit báðir formaðurin ikki tosa saman hvønn dag, - so gera vit tað fleiri ferðir um vikuna. Tað hevur týdning, at felagið liggur væl fyri í deildini, tað vóru ikki mong sum løgdu leiðina fram við Løkini, táið NSÍ var og vendi niðri í 1. deild, og nú er skýlið ofta ov lítið til allar áskoðararnar.

Ársveitsla verður í Bylgjuni næsta leygarkvøld – eftir dystin ímóti B68 á Toftum. Um FM heitið tá er komið í lógvan, kann væntast, at festivitasið verður væl størri enn bara ein veitsla. Hvat ið hendir í morgin, um FM heitið verður veruleiki? – Tað verður ivaleyst okkurt hissini – men eg hugsi at tað er góður stílur, at bíða við tí stóra sjóvinum til kappingin er lokin. So, vónandi fáa vit feirað annað føroyameistaraheitið í søgu felagsins um eina viku.

Nú tú spyrt um Skála, ið er felagið við minsta upptøkuøkinum í landinum (tað búgva á leið 8 hundrað fólk á Skála), ja, so vænti eg, at teir fara at knógva AB og EB/Streymi í umførunum sum eftir eru, og harvið leika teir í bestu deildini í 2027. Skálaliðið eigur í sær eitt óvanligt seiggi, og teir koma altíð afturíaftur, hóast mótbrekkan kann kennast heldur stríggin. Tað skal vera mín vón, at vit (8% av fólkinum í landinum) aftur í 2027 eiga 20% av umboðanini í Meistaradeildini.

Vinnur NSÍ FM í ár, so er tað endaliga staðfest, at Eysturoyggin, ið var tann seinasta at koma sær uppí tað fína fótbóltsselskapið í Føroyum, hevur sett sett seg á sjálvt Parnassið. Víkingur vann steypakappingina, og nú vinna grannarnir hesumegin Gøtueiðið meistaraskapin, ikki so galið hjá einum borgarstjóra, sum er hálvur gøtumaður og hálvur glyvramaður – vaksin upp í báðum støðum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07