Tað er ein øgiligur smeitur fyri NSÍ, landsliðið og føroyskan fótbólt sum heild, at Brandur Hendriksson Olsen er so mikið illa skaddur í knænum, at hann ikki er førur fyri at spæla meiri í ár og nú verður lagdur undir skurð.
NSÍ skrivar soleiðis:
Brandur Hendriksson Olsen skal undir skurðviðgerð
NSÍ kann vátta, at Brandur Hendriksson Olsen skal undir skurðviðgerð vegna ein krossbandsskaða í knænum.
Brandur hevur stríðst við knæið í eina tíð, og eftir nærri meting er nú avgjørt, at tíðin er komin at fáa trupulleikan loystan við skurðviðgerð, so hann kann fáa bestu fortreytirnar fyri eina góða og væleydnaða endurvenjing.
Felagið stuðlar fult og heilt hesi avgerðini og fer at gera sítt til, at Brandur fær bestu umstøðurnar í endurvenjingartilgongdini.
Skurðviðgerðin merkir tíanverri eisini, at Brandur ikki verður tøkur til venjingar ella dystir restina av kappingarárinum. Tað verður stórur saknur í honum, men tað týdningarmesta er nú, at hann fær frið og tíð at koma fyri seg aftur.
Øll í NSÍ ynskja Branduri bestu eydnu við skurðviðgerðini og endurvenjingini. Vit eru vís í, at hann við sínum tiltikna arbeiðssemi og sterka sinni fer at koma aftur sterkari enn nakrantíð.
Vit gleða okkum at síggja Brandur aftur á vøllinum í gulum og svørtum.
Góða eydnu, Brandur!, skrivar NSÍ.