Ongi úrslit

Broytingar eru gjørdar í endaspælinum hjá kvinnum

Eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, er broytingar gjørdar í endaspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum

Um eina viku, sunnudagin 9. august, verður farið undir endaspælið í MeistaraDeildini hjá kvinnum - Mynd: Norðlýsið
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
4 tímar síðan

Fyrr í ár varð avgjørt at geva ovasta liðnum í 1. deild hjá kvinnum møguleikan at flyta upp í niðara bólk í endaspælinum í MeistaraDeildini. Og tá samanumkom var tað ÍF, sum tryggjaði sær hetta plássið.

Eftir at NSÍ síðani hevur valt at taka liðið úr kappingini, hevur Kappingarnevndin viðgjørt støðuna og komið fram til eina loysn fyri restina av kappingarárinum.

Avgerðin er, at Skála flytur úr niðara bólkinum og upp í ovara bólk í endaspælinum og tekur harvið plássið hjá NSÍ. Samstundis flytur FC Suðuroy upp úr 1. deild og í niðara bólk í endaspælinum, har felagið tekur plássið hjá Skála.

Við hesum verður talið av liðum varðveitt bæði í ovara og niðara bólkinum í endaspælinum, og kappingin kann halda fram sum upprunaliga ætlað.

Fyrsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum er á skránni um eina viku, sunnudagin 9. august.

Sunnudagin 9. august

HB – Víkingur

KÍ – Skála ÍF

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

Í gjár kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

Í gjár kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00