Ongi úrslit

Bryan Adams í toppformi í Harpu

Mánakvøldið hevði kanadiski sangarin Bryan Adams konsert í Harpuni í Reykjavík

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 15:36

- Hatta var ein sera góð konsert, sigur Jógvan Hansen, sangari, sum var ein av áhoyrarunum til konsertina mánakvøldið.

Honum hevur altíð dámt Bryan Adams væl, men at hann enn er so góður, var yvirraskandi.

- Hann er ein sonn legenda, sigur ein sera vælnøgdur, Jógvan Hansen.

Bryan Adams, sum er 65 ár, spældi allar sangirnar, sum ein vildi hoyra, og teir eru ikki so fáir.

Jógvan Hansen vísir á, at hann var eitt sindur bangin fyri, hvussu tað fór at rigga, at Bryan Adams bara hevði ein

klaverleikara við sær.

- Men hetta kravdi bara enn meira av sangaranum, sum gav seg 100% í Harpuni og gjørdi, at hetta bleiv ein av teimun konsertunum, sum ein ikki fer at gloyma, sigur ein vælnøgdur Jógvan Hansen.

Í kvøld kunnu føroyingar so hoyra Bryan Adams við Tjarnir. Hetta verður ein sitikonsert, og vónandi fáa vit eina líka

góða konsert í Føroyum, sum Bryan Adams spældi í Íslandi.

Fyritreytirnar eru góðar, tí sambært Jógvani Hansen, so gav hann honum 12 stjørnur av 10 møguligum.

So spennandi verður, um Bryan Adams klárar at levera tað sama við Tjarnir í kvøld?

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07