Ongi úrslit

Buckingham Palace: Charles kongur rindaði 112 milliónir í skatti

Charles kongur hevur sum fyrsti bretski kongur í nýggjari tíð almannakunngjørt sína skattarokning.

© Debbie Fan / Unsplash
Buckingham Palace.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Charles kongur hevur goldið 12,9 milliónir pund í skatti. Tað svarar til umleið 112 milliónir krónur og setur hann millum 100 teir størstu skattgjaldararnar í Bretlandi. Tað skrivar BBC.

Samstundis vísa nýggju roknskapirnir, at stuðulin til bretska kongshúsið fer at vaksa nógv næstu árini. Hann fer úr 51,8 milliónum pundum í 2024–2025 upp í 99,9 milliónir pund í 2027–2028. Tað svarar til eina hækking úr umleið 451 milliónum krónum upp í 869 milliónir krónur.

Stuðulin rindar fyri rakstur, starvsfólk, ferðir, móttøkur og viðlíkahald av slottum. Harumframt fær umvælingin av Buckingham Palace 34,5 milliónir pund, sum svarar til umleið 300 milliónir krónur.

Meira opinleiki, men ikki alt er greitt

Prinsur William hevur eisini upplýst, at hann rindaði 7,76 milliónir pund í skatti. Tað svarar til umleið 68 milliónir krónur.

Buckingham Palace sigur, at endamálið er at skapa størri gjøgnumskygni. Men skattaserfrøðingurin Dan Neidle heldur, at frágreiðingin framvegis er ógreið, tí hon ikki vísir, hvussu skatturin er roknaður.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

6 tímar síðan