Ongi úrslit

Burðardygd: Tvey netverk løgd saman í eitt – 33 føroyskar fyritøkur savnaðar

Varandi Vinna savnar nú alt sítt burðardygdararbeiði í einum netverki. Samstundis er nýtt stýri valt, og fleiri fyritøkur eru á veg inn.

Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Varandi Vinna hevur tikið eitt nýtt stig. Á ársfundinum mikudagin varð samtykt at leggja netverkini Varandi Vinna og Varandi Vinna Innleiðsla saman í eitt felags netverk. Samstundis varð nýtt stýri valt.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag 33 fyritøkur í netverkinum. Endamálið er at styrkja arbeiðið við burðardygd og skapa betri karmar fyri føroyskt vinnulív.

Burðardygdararbeiðið savnað á einum stað

Seinastu tvey árini hevur netverkið ment seg nógv. Við samanleggingini verður arbeiðið framyvir savnað á einum stað.

Netverkið er opið fyri allar limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og vónin er, at fleiri fyritøkur fara at gerast partur av arbeiðinum komandi árini.

Í nýggja stýrinum sita umboð fyri Effo, Betri Trygging, Hotel Djurhuus, Hiddenfjord, Vinnuhúsið, Articon og Elektron.

Túsundtals starvsfólk og stór umhvørvistøl

Burðardygdarfrágreiðingar eru eitt krav fyri at vera limur í netverkinum. Higartil hava 18 fyritøkur latið frágreiðing fyri 2025, sjey frágreiðingar eru á veg, og átta fyritøkur fara at gera sína fyrstu frágreiðing í 2026.

Felags ESG-tølini vísa eisini stóra virksemið í netverkinum. Limafyritøkurnar høvdu eina samlaða orkunýtslu upp á 1.575 GWt og eitt samlað CO₂-útlát í vavi 1 og 2 upp á 428.198 tons. Samlaða burturkastnøgdin var 16.817 tons.

Fyri fyrstu ferð eru eisini felags sosial lyklatøl gjørd upp. Fyritøkurnar í netverkinum hava 6.036 løntakarar, svarandi til 5.189 ársverk.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

20 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

17 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24