Ongi úrslit

Búskaparlig ávaring: Føroysku bankarnir skulu styrkjast

Det Systemiske Risikoråd metir, at føroysku bankarnir hava ov lítlan kapital til at standa ímóti við, um føroyski búskapurin brádliga vendir.

Landsbanki Føroya.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Í eini nýggjari frágreiðing skrivar ráðið, at skipanarligir váðar hava bygt seg upp í føroysku fíggjarskipanini í longri tíð.

Føroyski búskapurin hevur verið í hákonjunkturi í nógv ár. Arbeiðsmarknaðurin er sera trongur, og húsaprísirnir hava hækkað støðugt.

Útlánini vaksa

Sambært Det Systemiske Risikoråd tók prísvøksturin á føroyska bústaðarmarknaðinum dik á seg í 2025. Samstundis vaks samlaða útlánið hjá føroysku bankunum.

Tí mælir ráðið til, at bankarnir skulu hava meiri kapital at standa ímóti við, um búskapurin brádliga vendir.

Skal verja húsarhald og vinnulív

Talan er um ein sonevndan mótsveiggjandi kapitalbuffara. Hann verður bygdur upp í góðum tíðum, so bankarnir kunnu halda fram at veita húsarhaldum og fyritøkum lán, um kreppa rakar.

Føroya Váðaráð tekur undir við metingini.

Det Systemiske Risikoråd mælir til at hækka buffaran úr einum upp í tvey prosent. Málið er, at buffarin stigvíst skal byggjast upp í 2,5 prosent.

Ráðið sigur samstundis, at buffarin kann lækkast beinanvegin, um álvarsligt trýst kemur á fíggjarskipanina, og vandi er fyri, at bankarnir herða lángevingina ov nógv.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

23 tímar síðan

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57