Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður, krevur nú svar frá Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um skattaskipanin í nóg stóran mun hjálpir fólki við lágum og miðalhøgum inntøkum.
Vil hava samlaða meting
Í einum skrivligum fyrispurningi eftir § 52a í Tingskipanini spyr hann, um landsstýrismaðurin hevur gjørt eina samlaða meting av, hvussu verandi skattaskipan ávirkar lág- og miðalinntøkur og inntøkubýtið í samfelagnum.
Hann spyr eisini, um skatturin eigur at lækka hjá hesum bólkum fyri at minka um ójavnan, og um skattaskipanin eigur at verða endurskoðað við rættvísi og fíggjarligu støðuni hjá lág- og miðalløntum fyri eyga.
Dýrtíð og bústaðir trýsta
Í viðmerkingunum vísir Sámal Petur í Grund á høga kostnaðarstøðið í Føroyum. Hann nevnir húsaleigu, matvørur og trupulleikan hjá vanligum arbeiðsfólki, handverkarum, røktarum og heilsustarvsfólki at ogna sær bústað.
Hann spyr eisini, hvørji ítøkilig stig landsstýrismaðurin ætlar at taka fyri at skapa eina javnari og burðardyggari skattaskipan frameftir.