Tørvurin á ferðafólkaflutningi vestur á Flogvøllin í Vágum, er nógv vaksin hesi seinastu árini. Men Bygdaleiðir kunnu ikki hækka túratalið óavmarkað, tí tey mugu halda seg til játtina.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin hevur reist spurningin um ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum, serliga í sambandi við flogvøllin.
Í tí sambandi hevur hon spurt landsstýrismannim, hvat kann gerast fyri at fáa eina meiri samanhangandi ferðaætlan, serliga til flogvøllin til fyrstu fráferðina hjá Atlantsflogi um morgunin.
Jacob Vestergaard sigur, at Strandferðslan hevur økt túratalið í samband við flogvøllin um summarið. Og í desembur í fjør varð ferðaætlanin í sambandi við flogvøllin samskipað betur við fleiri aðrar rutur.
Samstundis varð ein royndarkoyring sett í verk í sambandi við nógvu jóla- og nýggjársferðsluna um flogvøllin. Ætlanin er at endurtaka royndarkoyringina um jólini í ár og til nýggjárs, sigur landsstýrismaðurin.
Men hann sigur eisini, at Strandferðslan ikki koyra óavmarkað tú tey skulu halda játtanina. Og við verandi ferðaseðlaprísum merkir hetta, at antin má játtanin hækkast ella má túratalið á øðrum leiðum skerjast, sigur hann.
– Ein annar møguleiki er at strika tunnilsgjøldini fyri almenna busskoyring, og nýta peningin til at betra busssambandið til og frá flogvøllinum, leggur hann afturat.
Landsstýrismaðurin sigur, at ein onnur hóskandi loysn kundi verið at sett eina beinleiðis flogvallarleið á stovn við beinleiðis sambandi millum flogvøllin og meginøkið.
– Hetta hevði tó kravt fleiri bussar og harvið eisini eina hægri játtan, sigur hann. Hann sigur annars einki um, antin nøkur ætlan er um at gera nakrar broytingar, ella ikki.
Ein kabal sum er ring at fáa at ganga upp
– Síðani 2024 hava Vága Floghavn og Strandferðslan havt eina skipan, har Strandferðslan hevur atgongd til yvirlit yvir flogferðsluna. Hetta ger tað møguligt at samskipa busssambandið við flogferðsluna so væl sum gjørligt.
Men tað er neyðugt at hava í huga, at ferðaætlanirnar hjá bussunum, sum koyra vestureftir, skulu eisini nøkta flutningstørvin hjá øðrum. eitt nú miðnámsskúlanæmingum og fólki, ið koyra aftur og fram í sambandi við arbeiði.
– Tí ber ikki til bara at hugsa um tørvin hjá ferðafólki, sum skulu til og frá flogvøllinum. Harumframt er tað eisini avmarkað, hvussu væl Strandferðslan kann laga ferðaætlanina hjá bussunum til seinkingar í flogferðsluni, sigur Jacob Vestergaard.
Samstundis er flogferðslan til og úr Føroyum er í stóran mun tengd at flogferðsluni í størri floghavnum úti í heimi.
– Flogfeløgini leggja sínar komur og fráferðir um Vága Floghavn eftir, hvussu ferðaætlanin passar til tørvin hjá teimum ferðandi at flúgva víðari út í heim ella at koma til Føroya úr øðrum londum.
Tískil er tað ein torfør uppgáva hjá bæði Strandferðsluni og Atlantsflogi at samskipa allar flogtíðirnar við almennu busskoyringina, samstundis sum at Strandferðslan eisini skal hugsa um ferðaætlanina hjá skipunum hjá Strandferðsluni og koyringina hjá Bygdaleiðum aðrastaðni.
Helvtin kemur upp í á vegnum
Sambært hagtølunum fyri í fjør komu 15,5 av ferðafólkunum, sum koyra við bussinum ímillum Gásadal, Sørvág, Flogvøllin og Havnina, upp í bussin á flogvøllinum, og 36 prosent komu upp í í Havn.
– Sostatt komu 48,5 prosent av ferðafólkunum upp í bussarnar aðrastaðni á rutuniimillum Havnina, Sørvág og Gásadal.
Í sambandi við fráferðina hjá Atlantsflogi klokkan 8.20, ber til at taka bussin úr Havnini klokkan 5.40 og klokkan 6.45, umframt klokkan 06.30 í vikuskiftinum, sigur Jacob Vestergaard.