Ongi úrslit

Bygnaðarbroytingar skulu styrkja umsorganartænastuna í Tórshavn

Tórshavnar kommuna fer nú at broyta bygnaðin í heilsu- og umsorganartænastuni og fara aftur til stovnsleiðarar eftir 11 ár við eindarleiðslu.

© Tórshavnar Kommuna.
Nýggi bygnaðurin merkir, at fimm stovnsleiðarar verða settir. Talan er um Boðanesheimið, Lágargarð, Stórubrekku, demensøkið og Heilsuhúsið.
Edmund Jacobsen
5. mai kl. 20:56

Orsøkin er fyrst og fremst broytingar í fólkasamansetingini og vaksandi krøv til tænastuna.

Talið av borgarum, ið eru eldri enn 80 ár, er vaksið nógv síðani 2015, tá eldraøkið varð flutt til kommunurnar. Tá vóru 760 borgarar í hesum aldursbólki. Í 2025 vóru teir 1.059, og framrokningar vísa, at talið kann røkka 1.618 í 2035. Hettar upplýsir kommunan á heimasíðuni.

Samtíðis verður væntað, at 4.900 borgarar í kommununi verða eldri enn 67 ár í 2035. Hetta leggur økt trýst á tænastur og skipanir.

Verandi skipan við trimum eindarleiðarum hevur verið galdandi síðani 2014. Skipanin hevur givið fyrimunir, serliga innan fíggjarligt yvirlit og eins tænastur.

Kortini er arbeiðsbyrðan vaksin nógv. Starvsfólk hava eisini víst á, at eindarleiðslan til tíðir hevur verið ov langt frá gerandisdegnum á stovnunum. Hetta kom millum annað fram í trivnaðarkanning í 2022.

Fimm stovnsleiðarar koma í staðin

Nýggi bygnaðurin merkir, at fimm stovnsleiðarar verða settir. Talan er um Boðanesheimið, Lágargarð, Stórubrekku, demensøkið og Heilsuhúsið.

Endamálið er, at leiðslan skal vera nærri starvsfólkum og borgarum. Stovnsleiðarar fáa fast arbeiðspláss á stovnunum og verða tí lættari atkomiligir.

Deildarleiðslan verður óbroytt, men stovnsleiðarar taka fleiri umsitingarligar uppgávur. Hetta skal gera arbeiðið smidligari og geva meira rúm til fakliga leiðslu og borgarakontakt.

Samstundis verður kapasiteturin útbygdur. Í dag eru 244 bú- og stutttíðarpláss. Í 2035 verður talið væntandi 308, tá nýggir stovnar eru lidnir.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57