Føroyskt basalt kann gerast ein týðandi partur av framtíðar loysnunum at goyma CO₂ trygt og varandi í undirgrundini.
Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í ph.d.-ritgerðini hjá Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen, sum týsdagin 23. juni vardi ritgerð sína við Universitetið í Oslo.
Arbeiðið eigur at halda fram
Ritgerðin snýr seg um møguleikan at goyma CO₂ í føroyskum basalti. Hon byggir á tríggjar vísindaligar greinar og ein samandrátt.
Undan verjuni helt Rakul Maria eisini ein fyrilestur um geologiska mineralbinding av CO₂. Sambært Jarðfeingi gekk sjálv verjan sera væl. Metingarfólkini løgdu serliga dent á, at arbeiðið eigur at halda fram í einari nýggjari altjóða granskingar- og nýskapanarverkætlan.
Rivur kunnu hava avgerandi týdning
Í ph.d.-arbeiðinum hevur Rakul Maria kannað meira enn 55 milliónir ára gamlar basaltfláir í Føroyum.
Hon hevur brúkt feltmátingar, dronumyndir og nágreiniligar kanningar úr einari vísindaligari boring.
Niðurstøðurnar vísa, at rivur í basaltinum hava stóran týdning fyri, hvussu CO₂ kann sprænast niður í undirgrundina, og hvussu gassið kann flyta seg har. Rivurnar kunnu eisini betra um goymslumøguleikarnar í basalti, sum annars hevur lítla gjøgnumstreyming.
Lunnar undir stórari altjóða verkætlan
Ph.d.-verkætlanin hevur verið lopfjøl til altjóða verkætlanina DecarbFaroe, sum hevur 19 samstarvspartar kring heimin.
Endamálið er at kanna, um føroyskt basalt kann brúkast til trygga og varandi CO₂-goymslu.
Eydnast verkætlanin, kann hon vísa, hvussu føroyskt basalt kann brúkast til smærri og bíligari CO₂-goymslur. Samstundis kann hon geva eitt týdningarmikið íkast til altjóða arbeiðið at minka um CO₂-útlát.
Fleiri føroyskir luttakarar
Millum føroysku luttakararnar eru Jarðfeingi, Bakkafrost/Førka, SEV og IRF. Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan eru eisini umboðað í ráðgevingarbólkinum.
Verkætlanin er fíggjað gjøgnum evropiska partalagið CETP og verður samskipað á Géosciences Montpellier í Fraklandi. Samlaða fíggjarætlanin er góðar 40 milliónir krónur. Granskingarráðið hevur stuðlað partinum hjá Jarðfeingi við 900.000 krónum gjøgnum Horizon Europe-samstarvið.