Heili 92,1 prosent av ungum dønum í aldrinum 16 til 24 ár høvdu í 2025 í minsta lagi grundleggjandi talgildar førleikar. Tað er hægsta lutfallið í ES.
Kekkia er næst við 91,7 prosentum, og Malta er nummar trý við 91,5 prosentum.
Í miðal høvdu 74,6 prosent av teimum ungu í ES grundleggjandi talgildar førleikar. Tað vísir ein nýggj uppgerð frá Eurostat.
Ungar kvinnur standa sterkari
Bert tvey ES-lond lógu undir 60 prosentum. Í Bulgaria var lutfallið 52,8 prosent, og í Rumenia var tað 53,3 prosent.
Ungar kvinnur stóðu samanlagt sterkari enn ungir menn. 75,9 prosent av kvinnunum høvdu grundleggjandi talgildar førleikar, samanborið við 73,3 prosent av monnunum.
Uppgerðin fevnir millum annað um førleikar innan kunning og dátur, samskifti, gerð av talgildum innihaldi, trygd og trupulleikaloysn.