Ongi úrslit

Danmark aftast í ES: Endurnýtir minst av plastburturkastinum

Danmark hevur lægsta endurnýtslustigið fyri plastburturkast frá umbúðum (emballasju) í ES. Bert 22,5 prosent verða endurnýtt, meðan miðaltalið í ES er 42,4 prosent.

© Nick Fewings / Unsplash.
Danmark er aftast í ES, tá ið talan er um endurnýtslu av plastumbúðum (emballasju). Bert 22,5 prosent verða endurnýtt, meðan miðaltalið í ES er 42,4 prosent.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Danmark er aftast av øllum ES-londum, tá ið talan er um endurnýtslu av plastburturkasti frá umbúðum. Tað vísa nýggj tøl frá Eurostat fyri 2024.

Bert 22,5 prosent av hesum burturkastinum í Danmark vórðu endurnýtt í 2024. Tað er nærum 20 prosentstig undir miðaltalinum í ES.

Lettland er fremst

Stórur munur er á, hvussu nógv plastburturkast verður endurnýtt í ES-londunum.

Lettland er fremst við 71 prosentum. Síðani koma Belgia við 58,2 prosentum og Pólland við 56 prosentum.

Í hinum endanum eru Danmark við 22,5 prosentum, Finnland við 26,9 prosentum og Frakland við 27,4 prosentum.

Plastburturkastið veksur

Í 2024 komu í miðal 35,9 kilo av plastburturkasti frá umbúðum fyri hvønn íbúgva í ES. Av hesum vórðu 15,3 kilo endurnýtt.

Síðani 2014 er mongdin av plastburturkasti vaksin við 6,1 kilo fyri hvønn íbúgva.

Tilsamans komu 81,5 milliónir tons av burturkasti frá umbúðum í ES í 2024.

Hóast mongdin av plastburturkasti veksur, verður ein størri partur endurnýttur. Endurnýtslustigið í ES hækkaði úr 41,6 prosentum í 2023 til 42,4 prosent í 2024.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07