Ongi úrslit

Danmark við í stórum NATO-keypi: Nýggjar dronur skulu styrkja eftirlitið í Norðuratlantshavi

Danmark, Finland, Týskland og Noreg keypa upp í fimm MQ-4C Triton-dronur, sum skulu styrkja eftirlitið hjá NATO í Norðuratlantshavi og Arktis.

© NATO.
MQ-4C Triton er ment til maritimt eftirlit.
Edmund Jacobsen
8. juli kl. 21:30

Danmark er við í einum nýggjum NATO-keypi av upp í fimm MQ-4C Triton-dronum frá Northrop Grumman. Keypið skal styrkja fregnartænastu og eftirlit hjá verjusamgonguni - serstakliga í Norðuratlantshavi og Arktis.

Avgerðin varð kunngjørd 7. juli á NATO Summit Defence Industry Forum í Ankara í Turkalandi.

Skulu røkka langt og vera leingi á flogi

MQ-4C Triton er ment til maritimt eftirlit. Dronan kann vera á flogi í upp í 24 tímar og flúgva í meira enn 15 kilometra hædd.

Við langtrøkkandi sensorum skal hon geva NATO betri møguleikar at varnast hóttanir, verja sjóvegir og stuðla átøkum í krevjandi økjum.

Arktis og Norðuratlantshavið í miðdeplinum

Sambært NATO skal keypið nútímansgera eftirlitsførleikarnar hjá samgonguni. Serligur dentur verður lagdur á Evropa, Norðuratlantshavið, Arktis og norðaru leiðirnar.

Northrop Grumman skal framleiða flogførini, meðan Airbus Defence and Space og onnur evropisk feløg skulu standa fyri jørðskipanum, stýring, dátuhandfaring, undirstøðukervi og rakstrarstuðli.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07