Ongi úrslit

Danska Skattavaldið viðurkennir álvarsligar villur

Fleiri borgarar eru møguliga av órøttum lagdir undir skattaskuld.

© Tv2
Mynd frá sendingini Operation X
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Borgarar, sum fingu samleika sín stolnan, vóru kravdir fyri stóra skattaskuld.

Skatteministeriet hevur í dag, mánadag viðurkent, at myndugleikin hevur gjørt álvarsligar villur í viðgerðini av fleiri skattamálum.

Hettar kemur eftir at sjónvarpssendingin Operation X við dokumentarinum Flået af Skat avdúkaði, hvussu sakleysir borgarar í fleiri ár hava fingið krav um stórar skattaupphæddir, hóast teir vóru offur fyri samleikastuldri.

Sendingin lýsir fleiri dømi, har brotsmenn hava misnýtt samleikan hjá borgarum til at stovna fyritøkur og savna skattaskuld í teirra navni.

Kortini helt Skatteministeriet fram við at senda gjaldskrøv, rentur og áminningar til borgarar, sum ferð eftir ferð gjørdu vart við, at teir ongantíð høvdu rikið hesar fyritøkurnar.

Sambært teimum raktu vórðu mótmæli teirra ofta víst aftur ella ikki tikin í álvara, og fleiri siga, at teir í fleiri ár livdu við hóttanini um tvingsilsinnheinting, lønarhaldi og fíggjarligari oyðilegging, hóast teir sjálvir vóru offur fyri kriminaliteti.

Eftir avdúkingarnar hevur Skatteministeriet nú viðurkent, at galdandi reglur í fleiri førum ikki eru fylgdar, og at villur eru framdar í málsviðgerðini.

Skatta- og vinnumálaráðharrin, Jakob Engel-Schmidt, helt mánadagin eina tíðindafrásøgn, har hann staðfesti, at reglurnar ikki eru hildnar.

– Reglurnar eru ikki fylgdar, og tað er sjálvsagt ikki nøktandi, segði ráðharrin.

Samstundis hevur ráðharrin sent eitt bræv beinleiðis til starvsfólkini í skattafyrisitingini. Har heitir hann á tey um at siga frá, um tey hava illgruna um, at okkurt er galið, ella um reglur ikki verða hildnar og borgarar ikki verða viðgjørdir rættvíst.

Málið hevur elvt til harðar atfinningar av handfaringini hjá Skatteministeriet í málum um samleikastuldur og reist spurningar um, hvørt myndugleikin í nóg stóran mun hevur kannað prógvini hjá borgarunum, áðrenn skattakrøv vórðu send og innheinting sett í verk.

Nú verður væntað at Skatteministeriet fer at endurskoða málini, fyri at staðfesta, um fleiri borgarar av órøttum eru lagdir undir skattaskuld sum avleiðing av samleikastuldri.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 23:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49