Ongi úrslit

Dart-EM í Føroyum: 300 spælarar úr øllum Evropa koma til Havnar

75 landslið við 300 spælarum fara í heyst at kappast um evropameistaraheitini í dart í høllini Við Tjarnir.

© Anastase Maragos / Unsplash
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Føroyar verða frá 29. september til 3. oktober vertir fyri WDF Europe Cup, evropameistarakappingina í dart fyri landslið.

Tá ið tilmeldingarfreistin var farin, høvdu 39 lond boðað frá luttøku í kappingini hjá monnum og 36 lond í kappingini hjá kvinnum. Tilsamans verða 75 landslið við 300 spælarum úr øllum Evropa við.

Upplýsingarnar koma frá Dartsambandi Føroya, sum hevur kunngjørt luttøkuna á Facebook.

Fleiri hundrað dartfólk savnast

Umframt spælararnar koma meira enn 130 venjarar og leiðarar. Umboð fyri World Darts Federation og umleið 50 føroysk hjálparfólk skulu tryggja, at tiltakið gongur væl.

Dagin fyri, at kappingin byrjar, verður ársaðalfundurin hjá World Darts Federation eisini hildin Við Tjarnir.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00