Ongi úrslit

Dysturin millum KÍ og HB er fluttur

Skráin segði, at sigursvandu grannarnir skuldu spæla á Summarfestivalinum, men soleiðis verður tað ikki

Jóannes Hansen
4 tímar síðan

Frá hósdegnum og fram til sunnumorgunin verður ársins Summarfestivalur. Skráin segði, at tað fríggjakvøldið verður landskappingardystur í Meistaradeildini hjá monnum millum KÍ og HB. Soleiðis verður tað kortini ikki. At KÍ framvegis er upptikið í Europa er orsøkin til, at dysturin millum KÍ og HB er fluttur til mánakvøldið 10. august.

Nú hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Europa League á útivølli í Póllandi ímóti Lech Poznan, og annað hóskvøld fer KÍ á Tórsvølli at eiga heimavøll ímóti Lech Poznan. FSF hevur gjørt av, at landskappingardysturin millum KÍ og HB verður mánakvøldið millum teir báðar dystirnar í UEFA Europa League.

Týsdagin fer KÍ við leiguflogfarið til Póllands, og tað verður roknað við, at ferðalagið verður aftur í Føroyum fríggjadagin. So verður hvíld og fyrireiking til HB dystin í Klaksvík mánakvøldið, og so verður hvíld og fyrireiking til UEFA Europa League dystin á Tórsvølli annað hóskvøld.

 

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

Í gjár kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

Í gjár kl. 10:46

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00