Hetta seinasta samdøgurið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Ólavsøkan er akkurát farin aftur um bak og tað er væl trúligt, at fólk hava fingið nokk av veitslulagi fyribils.
Men løgreglan sigur, at beint eftir midnátt í nátt varð ein bilur steðgaður í Eysturoynni. Tá ið bilførarin varð kanaðaur, vísti tað seg at alkometrið slóg út, so hann varð førdur til lækna har blóðroynd varð tikin av honum.
Løgreglan sigur, at hann er nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Men burtursæð frá tí hevur tað verið steindeytt í náttarlívinum sigur løgreglan.