Seinnapartin leygrdagin varð ringt til løgregluna at melda, at útlendskir ferðaleiðarar vóru í Føroyum, uttan at teir høvdu arbeiðsloyvi her.
Talan var um ferðaleiðarar, sum vóru farin í fjøllini í Kalsoynni og løgreglan stóð fyri teimum tá ið tey komu oman eftir.
Talan var um tveir ferðaleiðarar og teir vórðu báðir handtiknir.
Løgreglan sigur, at annar varð leyslatin aftur í gjár, tí mett var ikki, at viðkomandi hevði so stóran leiklut í málinum.
Men hin ferðaleiðarin er framvegis í varðhaldi og hann er settur í varðhald í tríggjar ferðir 24 tímar, sum løgreglan hevur heimild til.
Tað merkir, at seinnapartin í morgin skal løgreglan hava avgreitt málið. Løgreglan sigur, at tey hava eitt uppskot til bót, sum ferðaleiðarin skal gjalda, men nú skal hann tosa við verjan um tað, og eingin niðurstøða verður tikin fyrrenn hann hevur gjørt tað.
Løgreglan sigur, at eftir tí, tey hava fingið upplýst, hevur hesin sami ferðaleiðarin verið fleiri ferðir í Føroyum, ólógliga, tí hann hevur ikki arbeiðsloyvi her.