Í góðveðrinum í gjár og í nátt hevur bæði Eystanstevna verður á Skálafjørðinum og Countryfestivalur so har hevur nógv fólk verið.
Løgreglan sigur, at tað var eisini væl meiri av fólki í býnum enn tey høvdu væntað av tí, at tvey stór tiltøk vóru aðrastaðni.
Men løgreglan sigur, at sum heild var tað friðarligt. Løgreglan hevur verið til staðar í náttarlítivinum og fleiri ferðir hava tey lagt seg ímillum tá ið illstøður hava tikið seg upp og har tey hava skilt partarnar sundir, áðrenn meiri hendi.
Men ein maður er tikin fyri harðskap norðanfyri. Løgreglan hevur bæði tosað við tann, sum var fyri harðskapi og gerningsmanninum, men skaðin var ikki so stórur.
Í sambandi countryfestivalin hava tey, heilar seks ferðir, sent sjúkrabil eftir fólki, sum eru dottin, sum høvdu drukkið ov nógv, ella sum vóru komin illa fyri upp á aðrr mátar.