Minnist tú fyrsta skúladag? Hevur tú enn floksmyndina? Tit fylgdust í sjey ár ella níggju ella tíggju ár – men hvar fóru tey so? Kanska flutti onkur av bygdini longu í 4. flokki. Eyðvitað fekk hvør einstakur, sum byrjaði í 1. flokki sína serstøku lívssøgu, sum tú kennir fyri ein part – summar betur, aðrar minni væl.
Hvat nú, um vit taka eina mynd við nógvum fólkum, sum vit ikki kenna? T.d. einastandandi góðu myndina frá 1911 av fiskagentunum, sum liggja á knæ og vaska fisk í Ósánni. Á myndini eru tvær smágentur og níggju tannáringagentur, tann elsta er 18 ár, og so ein maður og ein smádrongur. Men vit hefta okkum ikki við einstøku fólkini, men heldur við motivið: hvat vísir myndin?
Bara ‘fólk’
Eg havi sjálvur brúkt myndina til at fortelja børnunum um slupptíðina: um saltfisk og klippfisk, um sjálvdrátt, um óvissuna, sum tey heima - foreldur, konur, børn - livdu við í fleir, tí einki samband var við skipini – og ikki minst at hetta við at “fyrr arbeiddu menninir, meðan konurnar gingu heima”, tað er ein sannleiki við modifikatiónum.
Tá ið eg skuldi fortelja børnunum tað, so var tað ikki avgerandi, um tað var Anna ella Lisa, Hanus ella Jógvan, sum vóru á myndini. Men stjórin á Visit North, Theresa T. Kreutzmann, fortelur, at hon hevur havt eina heilt øðrvísi uppliving av hesari myndini, sum m.a. hongur umborð á Gadus.
... hvørt við sínari lívssøgu
- Umborð á Gadus fekk eg lívssøguna hjá hvørjum einstøkum av hesum 13 fólkunum: Hvussu lagaði lívið hjá teimum eftir, at hendan myndin var tikin. Altso, altso hetta var hjartanemandi og øðrvísi. Soleiðis havi eg ongantíð hugsað um eina mynd fyrr, sigur Theresa.
Frásøgnin um lívssøgurnar hjá teimum á myndini gav íblástur til eina framsýning á norðoyastevnu í samstarvi við JFK, sum gevur tær møguleika fyri at fáa somu uppliving.
- Har er tann stóra myndin við øllum á, og 13 myndir av teimum hvør sær við søgunum um, hvussu lívið hjá hvørjum teirra formaði seg. Og tað er so bergtakandi og hetta mugu fólk uppliva, sigur Theresa.
Tað er Jastrid Gullaksen, sum hevur sett framsýningina upp. Framsýningin er í Varpinum.