Ongi úrslit

Ein noktaði at siga hvør hann var - og ein gav løgreglubilinum eina buglu

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Sum vit skrivaði í áðni hevur tað verið nógv fólk á ólavsøku, men trupulleikarnir hava verið fáir.

Men tveir mans fáa kortini bót og ein fær eisini endurggjaldskrav.

Ein maður noktaði at fortelja løgregluni hvør hann var og tað fær hann bót fyri. Fólk kunnu lúgva sum tey vilja fyri løgregluni, men tað einasta tey hava skyldu at upplýsa er, hvussu tey eita, hvar tey búgva og nær tey eru fødd.

Og tað vildi hesin altso ikki so hann varð tikin við á løgreglustøðina eina løtu til hann var klárnaður so mikið at hann segði hvør hann var. Tá varð hann sleptur út aftur, men tað var við eini bót upp á 1.000 krónur.

Men timburmenninir verða upp aftur harðari hjá einum øðrum manni. Eina ferð í nátt, løgreglufólk fóru úr bilinum at hjálpa samarittunum, gjørdi ein maður ikki mætari enn at sparka løgreglubilin, og tað var so hart, at hann fekk eina stóra buglu.

Løgreglan sigur, at tey vita hvør gerningsmaðurin er, so hann verður skuldsettur fyri herverk, so hann fær bæði bót og sleppur at rinda fyri at gera bilin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30