Demokratia gjørdi í 2024 stóra kanning, ið vísti, at menn faktiskt halda seg hava minni tíð til politikk enn kvinnu halda seg hava. Kanningin vísir eisini, at høvuðsorsøkin til munin er, at kvinnur hava nógv lægri politiskt sjálvsálit enn menn.
Orsøkin er heilt greið. Kvinnur halda seg ikki hava líka gott skil fyri politikki, sum menn halda seg hava. Hetta er galdandi bæði á høgravonginum og vinstravonginum.
Eg havi seinasta valskeiðið verið formaður í Demokratia, ein tvørpolitisk nevnd við umboðum úr øllum flokkum, umframt umboðum fyri kommunufelagnum, javnstøðunevndini og kvinnufelagnum. Nevndarsamstarvið hevur verið fyrimyndarligt.
Arbeiðið hevur verið bygt á vitan og eldhuga at skapa javnstøðu í politikki. Við grund í uppstilling og valúrslitum, umframt fyrrnevndu kanning og eini aðrari kanning frá 2023, hevur høvuðsdentur verið lagdur á at skapa eina hugburðsbroyting á virðiskonservativa vonginum. Tað er á hesum vongi, at kvinnuumboðanin er minst, bæði tá talan er um vald umboð, uppstillað umboð og atkvøður til kvinnur.
Um úrslitið av okkara arbeiði er nóg gott, kann sjálvandi diskuterast. Tí hóast talið av atkvøðum til kvinnur fór eitt vet upp, úr 33,5% til 33,7%, sum er met, so var tað ikki nóg mikið til at fáa talið av beinleiðis valdum kvinnum upp um 10, ið er eitt met við nú 15 árum á baki.
Tá man so harumframt upplivir, at júst flokkurin hjá Astrið Breckmann bert fær eina kvinnu valda beinleiðis, og einans ein fimta partur av atkvøðunum fara til kvinnur, so eru vit ikki komin á mál.
Tað var eisini serliga hugstoytt at frætta, at flokkurin valdi stóra kvinnuliga atkvøðuslúkin frá, tá landsstýrisfólk skuldu veljast, soleiðis at vit enn einaferð ikki hava javnstøðu í Landsstýrinum.
Men vit kunnu tó fegnast um, at flokkurin eftir landsstýrisfólk vórðu sett, fekk tvær kvinnur afturat inn á ting. Hesar kvinnur eru fyrimyndir, og fyrimyndir skulu ikki undirmetast.
Í samrøðuni við Dimmalætting tosar Astrið Breckmann um, at Demokratia ikki hoyrir heima á fíggjarlógini. Hetta er ivaleyst fyri onnur at meta um, men við tí stóra mótráki móti javnstøðu, ið vit síggja kring allan heim, so meti eg, at tað ongantíð hevur verið týdningarmiklari at styrkja um arbeiðið fyri størri kvinnuumboðan.
Tá vit í Føroyum hava kvinnufráflyting sum eina av størstu avbjóðingunum, so hevur týdningurin av sterkari kvinnuumboðan ongantíð verið størri.
Um Demokratia er nóg sterkur lútur til at berjast móti ódemokratisku rákunum, er góður spurningur. Men her skal sterkur lútur til.
Astrið Breckmann tosar í innslagnum um at gera síni politisku skúlating, men tað hevur hon ikki gjørt í hesum førinum. Á heimasíðuni hjá Demokratia, í tíðindaskrivum, á fundum kring landið og í nógvum miðlakjakum, hevur Demokratia víst á, hvør veruliga orsøkin er til, at færri kvinnur stilla upp enn menn.
Júst hendan misskiljing hjá Astrið og nógvum við henni, vísir tørvin á einum sterkum Demokratia, tí við skeivum fatanum og fordómum, koma vit ongan veg.
Niels Uni Dam,
formaður í Demokratia
