Vegna veður og vind komu broytingar í skránna hjá Summarfestivalinum leygardagin. Laila og Malan máttu tí broyta ætlanir uppá stutta tíð.
Vit spurdu Lailu hvussu tað gekk fyri seg, og hvat tær hildu um hesa broyting og hetta upplivilsi.
-Hesa ferð var uppgávan á SF’26 tvær konsertir, sum fevndi um Øll elska Disney kl 17:00 og so Laila og Malan kl 02:00.
Tað eru tvey totalt ymisk innsløg, sum eg eri sera takksom fyri at hava verið við til.
At síggja børn sum vaksin syngja við til kendu sangirnar, sum fær meg at minnast aftur á, hvussu tað var, tá man sjálvur hugdi at teknifilmun og sang við. Tað var virkuliga stuttligt og ikki minst at arbeiða saman við Bjarka og Sophiliu.
Á nátturða leygardagin fingu vit at vita at pallurin á torginum mátti takast niður, orsakað av nógvum vindi. Og blivu spurd um vit vóru ok við at blíva flutt á ein av hinum pallunum. Vit vildu sjálvandi gjarna hjálpa til, fyri at fáa hetta at bera til.
Vit vóru upprunaliga sett á Torginum, sum er ein minni pallur, sum hóskar seg betri til akustisk innsløg, men vóru flutt yvir á tann stóra pallin á Vágsbøi – og tað gjørdi heilt ótrúliga stóran mun. Har skal jú meira til, fyri at fylla pallin út.
Vit máttu, í síðstu løtu broyta bæði manning, og settlista, men tað spældi væl av. Tað var rokaligt og spennandi alt í einum beint eftir uppringingina um broytingina og líka til vit høvdu fingið manning og nýggja settlistan upp á pláss.
Vit fingu at vita at tað var ikki pláss at gera ljóðroynd, tí vit skuldu á pallin beint sum Faroe 5 fór av… vit høvdu bara eitt 10 min “Change Over”.
Hetta var bæði spennandi og kaotiskt samstundis, men arbeiðsinnsatsurin hjá manningini, t.v.s. ljóðfólk og hjálparfólk á stóra palli var fantastisk, og Sjúrður Skaale gjørdi alt í síni makt at halda fólkið verandi á Vágsbøi, og tað gjørdi hann til UG, hóast veðrið ikki spældi við.
Spenningurin var sjálvsagt stórur, men ljóðið, ljósið og stemningurin á stóra pallinum, og ikki minst orkan frá stóru áskoðarafjøldini var fantastisk og bar okkum allan vegin.
Alt í alt ein stuttlig uppliving vit seint fara at gloyma.
1000 takk til øll tykkum ið møttu upp, og takk til fyrireikararnar fyri álitið og øll arbeiðsfólkini á stóra palli, sigur Laila at enda.