Forsætisráðharrin Mette Frederiksen. knýtir dronueygleiðingarnar í Danmark í heyst 2025 til Russland, og kallar tær ein part av einum víðfevndum hybridkríggi móti Evropa.
Á einum sokallaðum doorstep á Christiansborg segði hon millum annað mikudagin:
-Eitt hybridkríggj er jú eyðkent við, at sendarin ikki sigur, hvør hann er. Men tann, sum førir hybridkríggj móti Evropa, er Russland. Tað vita allir evropearar.
Hon legði afturat:
Vit kunnu líka so væl siga tað, sum tað er. Eingin myndugleiki nakra staðni í Evropa kann prógva alt, tí tað er júst endamálið við hybridkríggi.
Forsætisráðharrin greiddi eisini frá endamálinum við slíkari ávirkan:
-Russiska ynskið við hesum hybridkríggi er at hótta okkum, ræða okkum, skapa split og fáa miðlarnar at seta spurnartekin við, um borgarar kunnu líta á myndugleikarnar.
Tað kemur ikki óvart á meg, at øll ikki finna sítt fótafesti í hesum hybridkríggi.