Ongi úrslit

Einir 300 barnaskótar fara at seta lív í Klaksvík

Myndin er frá skótunum
Áki Bertholdsen
7. mai kl. 11:18

Leygardagin fara 300 skótar úr øllum landinum at seta sín dám á býarmyndina í Klaksvík. Skótarørslan sigur, at tá verður nevniliga árligi smáskótadagurin og hesa ferð verður hann í Klaksvík.

Smáskótadagurin savnar børn úr øllum landinum, og hann er ætlaður børnum úr 4. flokki og yngri. Børnini verða býttir í bólkar og fara at vera við í einari postarenning runt um í býnum, har tey fáa ymiskar avbjóðingar og uppgávur og tey fara eisini at spæla spøl saman.

Endamálið við smáskótadegnum er, at styrkja felagsskapin ímillum smáskótar kringa landið, og samstundis at geva teimum ein dag við spølum, avbjóðingum og felags upplivingum, sigur skótarørslan.

Endamálið er eisini at geva teimum høvi at menna førleikar og uppliva hvat tað er, at verða skóti. Tiltakið byrjar kl 10 á Vágsbøi og endar eisini á saman staði klokkan 15.30.

 

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

Í gjár kl. 15:48

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57