Ongi úrslit

Eisini løgtingslimir fara at fáa leigustuðul úr landskassanum

Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinna fyri tjóðveldi, fremst á myndini, staðfestir, at eisini støk tingfólk kunnu fáa leigustuðul
Áki Bertholdsen
8. mai kl. 12:27

Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá samgonguni um leigustuðul. Tey, sum tjena lítið, men eisini tey, sum hava miðallønir, fáa rætt til leigustuðul.

Skipanin verður soleiðis at ein stakur, sum tjenar upp til 350.000 krónur í inntøku, fær fullan leigustuðul, sum kann verða upp í 1.500 krónur um mánaðin, alt eftir, hvussu høg leigan er. Leigustuðulin kann í mesta lagi vera 20 prosent av leiguni.

Er lønin oman fyri 350.000 um árið, fer leigustuðulin at minka so líðandi, men tað er ikki fyrr enn inntøkan hjá einum støkum fer upp um 638.000 krónur um mánaðin, at leigustuðulin fellur burtur.

Tað merkir, at ein stakur, sum tjenar stívliga 53.000 krónur um mánaðin, fær eisini leigustuðul. Hjá húskjum við tveimum, ella fleiri fólkum yvir 18 ár fellur leigustuðulin burtur, tá ið inntøkan tilsamans fer upp um 788.000 krónur um árið

Men Bjørg Brynhildardóttir Egholm, tingkvinna, vísti á, at sostatt er inntøkumarkið so høgt, at eisini tingfólk fáa rætt til leigustuðul tí tey tjena minni enn 53.000 krónur um mánaðin.

Hon heldur, at hetta við leigustuðuli er at meta sum sjúkuviðgerð, men hon heldur, at Løgtingið eigur at tora at taka um rótina og tryggjar fólki tak yvir høvdið.

Liljan Weihe, sum eisini er tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at hetta er eitt prógv um, at okkurt er galið, tí hon helt ikki, at løgtingslimir kundu sigast at vera ein láglønarbólkur.

Men hon heldur eisini, at hetta er eitt prógv fyri, at bústaðarmarknaðurin er sjúkur. Heldur ikki aðrir løgtingslimir duga ikki at síggja nakra meining í, at inntøkumarkið fyri at fáa leigustuðul, skal vera so høgt.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Skuldsettur fyri brot á 266 b

Í gjár kl. 09:13

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57