Ongi úrslit

Eldur í Íslendskum uppisjóvarskipi norðan fyri Føroyar.

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Seinnapartin í gjár fekk MRCC Tórshavn og Tórshavn Radio neyðarkall frá einum Íslendskum uppisjóvarskipi, um at eldur var í.

Skipið var tá statt umleið 15 sjómíl norðan fyri Føroyar. Skipið var á veg úr Føroyum til Íslands.

MRCC Tórshavn sendi beinanvegin hjálp til skipið. Brimil sum var staddur umleið tveir tímar frá skipinum, setti beinanvegin kós móti tí.

Rescue Vón av Eiði var longu úti og sigldi. Teir hoyrdu eisini neyðarkallið og settu kós móti skipinum, sum var umleið 40 minuttir burtur.

Men tað tók manningini á íslendska skipinum bara nakrar minuttir at basa eldin og tey kundu samstundis staðfesta, aat ongin hevði fingið skaða av hendingini.

Brimil skuldi sleipa skipið til Føroyar og mynduleikarnir í Íslandi eru kunnaðir um hendingina.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

20 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

17 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24