Ongi úrslit

Eldur umborð á íslendskum uppisjóvarskipi: Neyðarkall norðan fyri Føroyar

Eldur kyknaði seinnapartin í gjár umborð á einum íslendskum uppisjóvarskipi 15 sjómíl norðan fyri Føroyar. Eldurin varð tó skjótt sløktur, og eingin fekk skaða.

Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Eitt íslendskt uppisjóvarskip sendi seinnapartin í gjár neyðarkall, eftir at eldur var kyknaður umborð, meðan skipið sigldi úr Føroyum til Íslands. Hendingin fór fram umleið 15 sjómíl norðan fyri Føroyar.

MRCC Tórshavn og Tórshavn Radio móttóku neyðarkallið á VHF-rás 16 klokkan 14.55 UTC. Hjálp varð send beinanvegin. Vaktar- og bjargingarskipið Brimil setti kós móti skipinum, og Rescue Vón av Eiði, sum eisini hoyrdi neyðarkallið, fór á staðið.

Longu klokkan 15.02 UTC komu boð frá skipinum um, at eldurin var sløktur. Eingin hevði fingið skaða av hendingini.

Eftir hendingina tók Brimil skipið á sleip til Føroya. Samstundis vórðu íslendskir myndugleikar kunnaðir um hendingina.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

Í gjár kl. 12:14

Oddmar Færø farin

20 tímar síðan

Bilur koyrt útav í Kollafirði

17 tímar síðan

Tað er merkiligt sum tit eysturoyingar duga væl at flúgva undir radaranum

6. juni kl. 18:09

Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap

Í gjár kl. 14:24