Ongi úrslit

Endurnýggjað altjóða ETSI-góðkenning

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Samleikin hevur fingið endurnýggjaða altjóða ETSI-góðkenning, sum váttar, at tænastan framvegis lýkur altjóða krøv til trygd, góðsku og álítandi talgilda tænastuveitingar.

Góðkenningin er ein týðandi álitisváttan fyri Talgildu Føroyar og vísir, at arbeiðsgongdir og trygdarskipanir hjá Gjaldstovuni framhaldandi eru í samsvari við altjóða viðurkendar standardir fyri álit, trygd, váðastýring og eftirlit.

Við umleið 52.000 brúkarum og nærum 100.000 innritanum um vikuna er Samleikin ein grundleggjandi partur av talgilda samfelagnum, sum gevur atgongd til tænastur sum banka-, heilsu- og borgaratænastur. Tí er tað av stórum týdningi, at skipanin heldur fram at lúka strangastu trygdarkrøv.

ETSI er ein evropeisk standardiseringsfyritøka, sum arbeiðir við felags reglum og standardum fyri talgildar tænastur, elektroniskar undirskriftir og talgildar samleikar, við endamálinum at styrkja trygd og álit í talgildum samskifti.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 16:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 08:14

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 11:49