Ongi úrslit

Enn er ógreitt hvar tjóðleikhúsið skal verða

Arbeitt verður framvegis við at skipa økið á Eystarubryggju soleiðis, at pláss verður fyri øllum
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

 Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í fleiri ár, og sum fólk eisini eru ógvuliga ymisk á máli um, er málið um at byggja nýtt tjóðleikhús.

Fyri fimm árum síðani varð støða tikin til at byggja tað við Bursatanga á Eystarubryggju.

Men stígur kom í tað ætlanina fyri tveimum árum síðani, eftir at havnarmeistarin staðiliga mælti frá at byggja tjóðleikhúsið har.

Hann segði, at verður tað bygt har, fer tað at forða fyri arbeiðnum at menna Tórshavnar Havn.

Síðani hevur málið ligið stilt ímeðan býráðið hevur kannað viðurskiftini og hevur roynt at koma til eina niðurstøðu um, hvar Tjóðleikhúsið skal byggjast.

Og Elsa Berg, borgarstjóri, sigur, at enn er eingin avgerð tikin og at tey arbeiða framvegis við málinum.

Hon leggur dent á, at eitt tjóðleikhús er ein stór og týðandi verkætlan fyri Havnina sum høvuðstað. Hon leggur eisini dent á, at tjóðleikhúsið skal verða í miðbýnum í Havn

Og hon sigur, at tey royna framvegis at finna út av, hvussu Bursatangi og Eystarabryggja kunnu skipast soleiðis, at tað eisini verður pláss fyri tjóðleikhúsinum har, uttan at tað skal darva ætlanunum um at menna Tórshavnar Havn.

Men hon sigur, at eydnast tað ikki, mugu tey hyggja eftir øðrum møguleikum. Og í tí sambandi er ein møguleiki at venda aftur til gomlu ætlanina at gyggja tjóðleikhúsið á Skálatrøð.

Men ein annar møguleiki er at byggja tað á Viðarnesi, men tað liggur so longri frammi í tíðini, tí oljutangarnir skulu flytast fyrst.

Eitt uppskot var eisini um at byggja tað yviri við Strond og tað er eisini ein møguleiki. Hinvegin heldur Elsa Berg ikki, at tað er rætt at byggja tað í við Norðurlandahúsið í Sortudíki, tí hon heldur at tað er ov langt úr miðbýnum.

– Vit lýsa fyrimunir og vansar við teimum ymsu staðsetingunum, men enn er eingin niðurstøða í málinum, sigur Elsa Berg.

 

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Myndir: Faroe Pride 2026

28. juli kl. 10:30

Tað er lætt at gita, men betri at vita, Astrið

27. juli kl. 10:06

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30