Ongi úrslit

Enn er óvist um tað verður lættari at útvega eykaskip til Suðuroynna

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Enn ber ikki til at siga, nær mannagongdirnar verða broyttar, og hvussu umfatandi broytingarnar verða Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur spurt hann nær hann væntar at orðini í samgonguskjalinum um at almennar íløgur í ávísar ognir, sum eru lættar at selja, verða avskrivaðar yvir eitt áramál, verður sett í verk.

Hann vil eisini hava at vita um hesar nýggju reglurnar eisini fara at fevna um Strandferðsluna so at tað verður lættari hjá keypa og byggja nýggjar ferjur.

– Hann sigur, at serliga er tað átrokand at fáa eitt eykaskip til Suðuroyarsiglingina, bæði til at vera avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann er í dokk, og annars til at styrkja dagligu siglingina til og úr Suðuroynni.

Aksel V. Johannesen sigur, at tey eru í ferð við at endurskoða játtanar- og roknskaparskipanina hjá landinum. Ein partur av hesum er at gera reglur fyri avskrivingar. Men tað er rættiliga umfatandi og ætlanin er at leggja meira orku í tað arbeiðið næsta ár og eini 2-3 ár fram.

Landsstýrismaðurin sigur, at tí er tað ov tíðliga at siga, hvørjar ognir skulu verða avskrivaðar, og hvussu skjótt fyriskipanin kann verða sett í verk.

Hann sigur, at er talan um bygningar, skip og annað, hevur broytingin stóra ávirkan á fíggjarlógina og roknskapin.

Endamálið við avskrivingum er at vísa, nær tilfeingið verður brúkt. Taka vit ein bygning ella eitt skip eftir galdandi reglum, eru útreiðslurnar óvanliga stórar í byggitíðini. Men tey nógvu árini eftir tað, eru útreiðslurnar í nógvum førum viðfáningur, og í nøkrum førum eru tær størri enn inntøkurnar.

Smyril kostaði góðar 300 milliónir at byggja og fór í sigling í 2005. Í myndini sæst at íløgujáttanin sveiggjar, alt eftir nær arbeiðið verður gjørt.

Verða upphæddirnar í staðin avskrivaðar, í hesum dømi í 25 ár fyri skipið og í 15 ár fyri umvælingarnar, verða útreiðslurnar nógv javnari hvørt á og tær svara til nýtsluna yvir livitíðina av skipinum.

At brúka avskrivingar kann hava við sær, at tað er lættari at seta pengar av til serliga stórar løgur. Men ein skipan við avskrivingum hevur ikki við sær, at landið kann gera fleiri løgur.

– Broytingin hevur við sær, at verandi ognir eisini skulu verða avskrivaðar. Tað gevur tí ikki nakra stóra rúmd fyri væl fleiri løgum enn nú, sigur Aksel V. Johannesen.

– Landið skal framhaldandi rinda somu pengar fyri íløgur, sum skulu gerast og tí mugu tær verða stýrdar við einari løguætlan, eins og í dag.

Í samgonguskjalinum stendur, at ein langtíðarløguætlan skal verða gjørd fyri 10 ár, sigur Aksel V. Johannesen.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

20 tímar síðan

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48