Seinastu nógvu árini hava vit í fleiri umførum hoyrt um, at økir kring landið av sínum eintingum hava steðgað fleyging eftir lunda, hóast tað sambært lóg í ávís tíðarskeið er loyvi at fleyga lunda.
Hesar lokalu umsitingarætlaninar, sum víkja frá vanligu skipanini, hava til endamáls at verja lundastovnin og forða fyri, at lundin í nærumhvørvinum hvørvur heilt og ein aldagomul siðvenja við at fleyga lunda av somu orsøk doyr út.
Steðgingin ella avmarking í at fleyga lunda er ikki gjørd fyri at gera seg inn á veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann hevur tað trupult, soleiðis at stovnurin kann verða gagnnýttur eisini í framtíðini.
Sum við lundanum, soleiðis eisini við fiskastovnum
Umsitingarætlanin fyri ymisku fiskastovnarnir á okkara leiðum – fyri til dømis ferðandi stovnar av makreli, sild og svartkjafti og fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum – hava neyvt somu endamál: Tað snýr seg um at verja stovnarnir fyri ovurveiði og at tryggja, at stovnarnir kunnu verða gagnnýttir ár um ár, bæði av okkum og av komandi ættarliðum.
Umsitingarætlanir eru tvílaðaðar skipanir
Flest allar umsitingarætlanir fyri fiskastovnar eru tvílaðaðar skipanir við einari langtíðarveiðireglu og við einari endurbyggingarætlan.
Langtíðarveiðireglan ásetur hvussu veiðan kann veksa ella minka undir vanligum umstøðum, tá stovnurin er burðardyggur.
Endurbyggingarætlanin verður hinvegin brúkt í óvanligum støðum, tá stovnurin ikki er burðardyggur. Tá er tað neyðugt við serligum átøkum, fyri at fáa stovnin á beint aftur (júst sum við lundanum).
Skipanir við endurbyggingarætlan eru kendar frá fleiri fiskasløgum og hava eisini verið brúktar á okkara leiðum seinastu árini.
Til dømis varð tilmælið hjá ICES fyri norðhavssild í 2024 ein lækking á 24%, sum er nakað meiri enn ásett er í vanligu veiðiregluni. Orsøkin var, at gýtingarstovnurin var farin niðurum markið fyri nær stovnurin er burðardyggur, tí máttu serlig átøk til fyri at fáa stovnin á beint aftur.
Endurbyggingarætlan inn í 2024
Tá umsitingarætlanin varð gjørd fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum í 2021, so var endurbyggingarætlanin ikki við, men bara langtíðarveiðireglan (helst tí semja ikki fekst um endurbyggingarætlanina).
Tá skipanin varð eftirmett í 2024, varð roynt at fáa semju um at fáa inn endurbyggingarætlanin, sum – eins og við sildastovninum – skal fáa virkna tá gýtingarstovnurin er niðanfyri eitt ásett vandamark.
Men hóast talan er um skipan, sum hevur til endamáls at verja stovnarnir, so var í arbeiðsbólkinum ikki semja um at fáa endurbyggingarætlan inn í umsitingarætlanina.
Umsitingin í Fiskimálaráðnum og Havstovan høvdu tó eitt greitt tilmælið um at leggja skipan við endurbyggingarætlan afturat langtíðarveiðiregluni. Sum landsstýrismaður valdi eg at fylgja hesum tilmælinum.
Hví? – Jú, tí tað er okkara felags skylda at tryggja burðardygga gagnnýtslu av fiskastovnunum, fyri okkara egnu skuld og til frama fyri komandi ættarlið.
Er umsitingarætlanin bara fjas?
Seinastu vikurnar hevur ávíst kjak verið um tillagingina, sum varð gjørd í umsitingarætlanini í 2024.
Ført hevur verið fram, at órættur er gjørdur ímóti vinnuni, bæði ímóti ávísum skipum og ímóti ávísum bólkum í fiskidagaskipanini. Ført verður eisini fram, at skerdu dagarnir skulu innaftur í skipanina, soleiðis at órætturin kann rættast uppaftur.
Tá nólsoyingar ella skúvingar hava sett í verk avmarkingar og steðga fleygingin eftir lunda, so er tað fyri at verja lundastovninum ímóti ovurveiði. Møguliga vóru tað nøkur, sum hildu hetta verða keðiligt og órættvíst, men tey flestu skilja tó at endamálið er at verja lundastovnin.
Summi halda at umsitingarætlanin er bara fjas og hava hug at geva leyst, eins og tað varð gjørt á Føroya Banka fyrst í 2000árunum. Tað søguna við ovurveiði kenna vit øll. Eftir út við 15 ár – frá 2008 til 2023 – bar aftur til at skipa vinnuliga veiði á Føroya Banka.
Hóast tað kann kennast keðiligt og órættvíst, so hevur politiska skipanin í Føroyum skyldu at tryggja skynsama gagnnýtslu av felags tilfeingi okkara í sjónum kring Føroyar, soleiðis at vit og komandi ættarlið hava møguleika at skapa so stór virðir sum gjørligt burturúr okkara felags tilfeingi.
Alt annað er ábyrgdarleyst.
Dennis Holm