Ongi úrslit

Europa undirmetir vandan

Hetta sigur Tucker eftir samrøðu við "Deyðans keypmann"

Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Miðilin El Pais, umframt fleiri aðrir miðlar skriva í morgun um úttalilsi hjá Tucker Carlson á X.

Tann amerikanski journalisturin Tucker Carlson metir, at Evropa undirmetir vandan fyri, at kríggið í Ukraina kann menna seg til ein beinleiðis hernaðarligan konflikt við Russland. miðilin El Pais umframt fleiri aðrir miðlar í morgun.

Tað skrivar hann á X í sambandi við eina samrøðu við russiska vápnasmuglaran Viktor Bout, eisini kendur sum Deyðins keypmaður.

Carlson ávarar um, at kríggið sambært honum kann breiða seg til restina av Evropa, eisini til stórbýir og øki, har vesturlendskir lesandi eru. Hann heldur samstundis, at vit í Vesturheiminum vænta nógv uppmerksemi um hendan vandan.

Í samrøðuni sigur Bout, at stríðið ikki bert er millum Russland og Ukraina, men í veruleikanum ein konflikt millum Russland, NATO og ES og tey lond, sum stuðla Ukraina hernaðarliga.

Hann ákærir millum annað Pólland, Týskland og Danmark fyri at luttaka í framleiðslu av dronum, sum sambært honum verða brúktar móti russiskum sivilum málum.

Bout sigur víðari, at henda støða kann føra til eina herðing av krígnum, har Russland til endans kann síggja seg noytt til at raka logistisk mál í londum sum Póllandi, Rumenia og Týsklandi, tí tey eftir hansara meting longu eru óbeinleiðis partur av stríðnum gjøgnum sín stuðul til Ukraina.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 16:48

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

Í gjár kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17